Branddesign, Corporate Identity, visuellur samleiki … Nøvnini eru fleiri. Og hetta er tað, sum okkum dámar best. Tað sum vit liva fyri – og liva av – at gera.
Okkara yndisdefinisjón av einum brandi er “samlaða uppfatanin, sum øll onnur hava av tær, tínari fyritøku ella tínum stovni”.
So tað er lætt at rokna út hví vit elska hendan mátan at arbeiða upp á.
Her sleppa vit upp í helikoptaran, síggja alt samlað, og kunnu arbeiða við heildarmyndini. Hetta er eitt gylt høvi at seta teir stóru spurningarnar. Finna út av hvat veruliga hevur týdning. Og so raðfesta við harðari hond.
Onkuntíð er tað ein broytt kappingarstøða. Aðrar tíðir er tað ein praktisk avbjóðing. Og ofta er verðin kring branddesignið broytt so nógv at tú noyðist at fylgja við.











