Brand
Átak
Talgilt
Kundi
Jarðhiti

Tað man vera eitt sindur óinteressant, tá arbeiðið, sum man ger, er aldeilis ósjónligt. Serliga frá sjónarhorninum hjá designarum sum okkum. Jarðhiti leverar hol til jarðhitaloysnir. So tað er púrasta fjalt. Hetta var ein av avbjóðingunum, tá vit skuldu gera fyritøkuna Jarðhiti meira sjónliga.

Men tað er eitt, sum kann avdúka at tú ikki hevur jarðhita. Og tað er ein rúkandi skorsteinur. Nýggja søguforteljingin um jarðhita snýr seg um júst tað. Vit signalera hvussu grøn vit eru, alt meðan vit hava forsømt at gera tað, sum ger størst mun. Saman við nýggjum branddesigni, heimasíðu og søguforteljing, er átakið hjá Jarðhita við til at skunda undir grøna orkuskiftið.