Brand
Átak
Kundi
SMS

Fleksibilitetur, ymiskleiki og møguleikar. Hetta eyðkennir nýggja branddesignið hjá SMS. Uppgávan var at føra SMS inn í framtíðina við einari modernisering, sum fevnir um alt uttan sjálvt búmerkið – sum tó gjørdist opnari og litríkari í prosessini.

Saman við einum slogani, sum kann skifta meining og innihald, og einum mynstri, sum kann lagast til næstan alt, hevur SMS nú ein rættiligan sveisaraknív av designmøguleikum til øll høvi.

SMS hevur í brandings- og marknaðarføringshøpi altíð verið ein slóðari á føroyska marknaðinum. Og nú hevur Ein gongugøta í Havn fingið eina yvirháling, sum veruliga yvirhálar restina av marknaðinum.