Okkara tilgongd

Eitt branddesign 
í Havn

28
August 2025
Niels

Hvat er SMS? Tað veldst um hvønn tú spyrt. Tí SMS er sera nógv ymisk ting í senn. Fyri onkran er tað nakrir handlar. Fyri onkran annan er tað staðið, har vit hittust fyrstu ferð.

Í okkara bransju hevur SMS altíð verið kent fyri at vera fremst. Slóðbrótarin í føroyskari marknaðarføring, og fyritøkan, sum setti nýggjar standardir. Visti tú til dømis, at áðrenn SMS var tað einki sum æt høsnarungi? Tí tá SMS kom til heimin, so var tað ikki vanligt at leggja seg eftir at samskifta á føroyskum. SMS setti sær hetta sum eitt mál, tá ið næstan ongin annar gjørdi tað. Tað er nú lættari at brúka danskt tilfar, sum fleiri handlar gera enn tann dag í dag. Sera ómakaleyst, men soleiðis vísir tú ikki tínum føroyskttalandi kundum virðing. Her var SMS ein slóðari.

Eisini innan branddesign hevur SMS víst vegin, men sum man sigur: “Tá tú ert fremstur er tað einasta, sum tínir kappingarneytar síggja, reyvin á tær.” Nú vóru øll onnur farin at líkjast SMS, so nú var tíð at gera ein vørr. Tíðin var at geva SMS eina designyvirháling.

Eitt nýtt, gamalt búmerki

Búmerkið hjá SMS er relativt nýtt. So tað skuldi ikki broytast. Tíðarleyst og klassiskt. Og hóast tað ikki er broytt, so er tað tað kortini. Har SMS altíð var hvítt í einum svørtum rundingi, kann tað nú vera allar litir, so tað kennist lættari og opnari. SMS er nú einaferð SMS, so tað kann eisini vera ein dygd at niðurtóna seg eitt sindur.

Búmerkið hjá tær “eigur” “ongantíð” at broytast. Orðið “eigur” stendur í gásareygum, tí eitt búmerki skal vera tíðarleyst og vera títt eyðkenni gjøgnum ættarlið. Tað má ikki vera ov popput, tí so heldur tað ikki yvir tíð. Men. Og her kemur orðið “ongantíð” eisini í klombrum. Tí sjálvandi skal stílur og skap á einum búmerki eisini fylgja við tíðini. Hygg eftir búmerkjunum hjá Shell og Lego, sum eru góð dømi. Í grundini sama búmerki – men yvir tíð eru tey tillagað í smáum at fylgja designrákinum.

Á sama hátt er merkið hjá SMS dagført – eitt sindur. Men har vit veruliga skuldu í arbeiðshandskarnar var rundan um búmerkið.

Trappumynstrið

Mynstrið hjá SMS hava vit kallað Trapputrin. Bæði frá útsjóndini, men eisini frá Trapputrøðni, har SMS stendur. Trapputrinini kunnu næstan alt. Tað er ein forgrund, tað er ein bakgrund, tað er ein ramma, ein kassi, eitt element. Hetta mynstrið er samleikaberandi. Sera sentralt, og skal binda øll ting SMS saman í eina heild.

Trapputrinini hava nakrar fáar reglar. Tað kann kutast, tað kann vendast 90°, 45° ella 180°, og tað kann fáa allar litir. Men saman við búmerkinum, boðskapinum, litunum og samanhangunum, so skal mynstrið fyrst og fremst signalera, at tað er SMS sum samskiftir.

Tað er júst hetta, sum vit á Sendistovuni halda eyðkennir eitt gott branddesign: At tú hevur fleiri element, sum hvør í sínum lagi eru sterk og eyðkend. Vit hava eitt sterkt búmerki, eina góða litpalett, eitt sersakt og fleksibult mynstur, og eitt gott slogan:

Ein ___________ í Havn

Eg veit faktiskt ikki hvussu gamalt “Ein býlingur í Havn” er. Men nokk so gamalt er tað. Men nú var tað tíð til eina uppfrískan. Ofta hava fólk lyndi til at koyra alt í skrell og byrja av nýggjum. Og innan fyri design og samskifti er tað ein óskikkur. “If it ain’t broke” og alt hattar har.

So hóast gamla sloganið hjá SMS hevði tænt fyri seg, skuldi tað ikki avlívast. Tað skuldi bara endurnýggjast. “Ein x í Havn” er jú sera SMS, so hví ikki byggja víðari upp á tað?

Tí SMS er so nógv ymiskt fyri nógv ymisk fólk. Fyri summi er tað at keypa ein smørpakka, meðan tað fyri onnur er har tú fært íblástur ella Føroya besta ís – hæddarpunktið í vikuni.  Loysnin bleiv “Ein ‘ørgrynna av orðum’ í Havn”.

Saman við nýggju typografiini – ein variantur av Bodoni, paraður við ein variant av Helvetica – fingu vit ein heilt nýggjan hátt at siga SMS upp á. Og óendaligar kombinasjónsmøguleikar.