Brand
Talgilt
Kundi
Tórsgøta

Mentan skal hava pláss. Og tað fær hon í Havn. Tórsgøta er mentanargøtan, sum enntá hevur fingið avleggarar. Sjey mentanarhøli í miðbýnum: Spælistøðini Reinsaríið, Perlan og Aulan í Finsen. Venjingarhølini Ostahúsið og Garasjan. Og so Listahøllin í Finsen og Smiðjan í Lítluvík.

Tórsgøta er savningarstaðið fyri tiltøk, kunning, kalendara og høli. Fyri øllum sum hendir í Tórsgøtu við síðugøtum. Hendir tað í Finsen? So er tað Tórsgøta, sum fortelur. Konsert í Perluni? Tórsgøta kunnar. Bæði á sosialum miðlum, og á heimasíðuni, sum bindur alt saman.