Ein lítil áminning um ikki at spilla tíðina hjá fólki.
Ongantíð fyrr hevur modernaða menniskjað fingið so nógv inntrykk, so nógv signal og havt so nógv at skula taka støðu til í gerandisdegnum.
Lýsingar, skeltir, skíggjar, bloggar, bløð og miðlar vilja øll hava okkara uppmerksemi. Og á sosialum miðlum er ágangurin øgiligur, og selt verður beinleiðis til tín – út frá tínum privatu upplýsingum og áhugamálum.
Natúrliga reaksjónin hjá okkum øllum er biologisk. Vit sløkkja, vit ignorera og vit sálda frá. Tí tað, at taka støðu, er strævið. Vit siga heldur nei, vit eru skeptisk og vit gera tað sum vit plaga – og alt er við tað gamla.
Sostatt verður toleransan fyri boðskapum, produktum, inntrykkum og fyrispurningum minni og minni og minni. Vit tíma ikki meira bullshit, tí vit hava ikki tíð til bullshit.
Men onkuntíð kanst tú gerast forvitin. Tú setur hurðina á glopp, og vónar at verða undirhildin, at finna eina vøru (sum tú í grundini manglar) ella at læra nakað nýtt. Tú hevur sett vónirnar upp.
Men vit gerast ferð eftir ferð vónsvikin. Tað var hvørki logiskt, estetiskt, minniligt ella ektað. Tað var eitt spill av tíð. Og hvørja ferð tað hendir, veksur okkara skepsis, og tolsemið minkar. Tað krevst meira og meira fyri at koma ígjøgnum. Ongantíð áður hava fleiri postkassar frábiðið sær lýsingar, og ad-blokkarar eru vanligir á okkara skíggjum.
Hetta merkist hjá øllum, sum hava ein boðskap at siga. Øll frá vælgerandi felagsskapum til mest kapitalistisku pengamaskinurnar hava somu avbjóðing: Uppmerksemið hjá fólki er uppi. Og tað eru paradurnar sanniliga eisini.
Loysnin er kompleks. Men gott design kann hjálpa. Tað er tí, vit siga at Lívið er for stutt til vánaligt design.
