Gott design
Gott design ger mun. Tað broytir uppfatanir, flytur mørk, og tað selur vørur! Fyri okkum merkir gott design, at tað er logiskt, estetiskt, minniligt og ektað.
Hetta eru okkara fýra designprinsipp:
Logiskt design
Design er logiskt, tá ið móttakarin ikki setur spurningar til tað. Tað riggar bara. Men áðrenn vit kunnu tosa um logiskt design, mugu vit fyrst staðfesta, hvør uppgávan hjá designinum er. Tað má og skal geva meining.
Estetiskt design
Estetikkur er meira enn vakurleiki. Vit tosa um symmetri, kontrast, litsamansetingar, form og tekstur. Menniskjað er eitt estetiskt djór. Vit leggja nógv í hvussu ting síggja út, og hvørjar kenslur tey geva okkum.
Minniligt design
Óvæntað. Tað er tað, sum ger design minniligt. Tá ið designið ger okkurt, sum tú ikki hevði væntað. Tað skal festa seg. Um eitt design ikki hevur kant, so ger tað einki við nakran. Tað fer inn gjøgnum eitt eyga, og útaftur gjøgnum hitt.
Ektað design
Tá ið vit siga ektað, so handlar tað um trúvirði. Sjálvandi skal tað passa, sum man sigur. Hetta er meira enn tað. Tað snýr seg um persónligheit, tónalag og stíl. Tað er neyðugt, at tað er røddin á tí, sum samskiftir, sum hoyrist.