Hetta er søgan um, hvussu design bæði kann gera eitt brand greiðari og vakrari og samstundis eisini gera samskiftið meira tilætlað og effektivt, so tað sparir pening í longdini.
Apoteksverkið vendi sær til Sendistovuna fyri at tosa um design. Brandið, sniðið og úttrykkið hevði ikki fylgt við tíðini, og stundin var komin til eitt redesign. Eitt redesign, sum skuldi tryggja, at Apoteksverkið bleiv sæð sum modernað, fakligt og professionelt: Ein stovnur, sum partur av bæði tilbúgving og heilsuverki, eigur og skal hava álit millum kundar, myndugleikar og samstarvsfelagar.
Tað er púra vanligt hjá okkum at fáa slíkar fyrispurningar. Tí alt design eigur at vera dagført javnan. Tað, sum er modernað einaferð, verður ómodernað fyrr ella seinni. Sjálvandi. Um tú ikki megnar at fygja við tíðini, so framstendur tú sum ótíðarhóskandi.
Umframt grafiskan samleika og nýggjan logikk til deildarsamskifti varð eisini eitt design ment til allar vørurnar, sum Apoteksverkið framleiðir og selur. Hesar vørurnar eru kendar sum dygdarvørur, men designið hevur ikki staðið mát við alt tað útlendska, sum eisini stendur á hillunum. Vørurnar hjá Apoteksverkinum skulu fram í ljósmála og siga somu søgu um modernaðu, professionellu og dygdargóðu framleiðsluna her í Føroyum.