Vit seta
designara

Vit krutlaðu øll, tá vit vóru lítil. Tey flestu steðgaðu tó sum vaksin. Men ikki øll. Summi av okkum hildu á. Hví man tað vera? Jú, tí vit ikki kláraðu at lata vera. At úttrykkja seg visuelt er ein inngrógvin partur av, hvørji vit eru.

Sendistovan er eitt designhús. Bestu starvsfelagar í verðini. Fakligt umhvørvi, vinarløg og samanhald. Vit eru sannførd um at design ger allan munin og skapar meirvirði. Tí siga vit "meirvirði gjøgnum design".

Hví ert tú okkara
nýggi designari?

Kemur tú í
jólahýr áðrenn
Ann-Mari?

Grillar tú
ein betri búff
enn Hans?

Matchar tú
belti og skógvar

betri enn Henry?

Svingar tú eini
límpistól
meira
beinrakið enn Ingrið?

Veist tú bara meira,
soleiðis yvirhøvur,

enn Svabo?

Samlar tú fleiri
súlur árliga
enn Tóra?

Tosar tú
nógv skjótari
enn Búgvi?

Skoytar tú
aggresivari inline

enn H.C.?

Knappar tú skjúrtuna
við færri knappum

enn Niels?

Eru tínir playlistar
betri enn teir
hjá Dánjal?

Send okkum eina umsókn

Heldur enn at vísa á allar tær fínu útbúgvingarnar, tú hevur tikið, og allar tínar drúgvu royndir, vilja vit í grundini heldur bara vita … hvør tú ert, og hvørjum tú brennir fyri. Tí hava vit reksað upp nakrar spurningar, tú kanst seta tær, áðrenn tú fortelur okkum, hví tú ert okkara nýggi designari.

  1. Hví elskar tú design? 
  2. Hví skulu vit velja teg fram um onnur?
  3. Hví vilt tú arbeiða á Sendistovuni?
  4. Og so vilja vit sjálvandi sera fegin síggja, hvussu gott design sær út í tínum eygum. Send okkum eitt portfolio, sum vísir, hvat tú dugir.
  5. Sum sagt – ikki neyðugt við einum langum CV. Loys punkt 1-4, og tástaðni – um tú sært tað neyðugt – kanst tú eisini viðfesta eitt CV.
Send umsóknina til starv@sendistovan.fo

Ring ella meyla til Niels um spurningar eru
á 794 166 ella niels@sendistovan.fo
Umsóknarfreistin er 6. desember kl. 16
Starvið verður sett eftir avtalu.