26. mars 2020
Tóra

Tí er design týdningarmikið

Hvat er design? Vit kunnu hugsa og diskutera í fleiri tímar og gera stór yvirlit um, hvat design inniber. Men sannleikin er tann, at design er allastaðni. Tak til dømis designið her á síðuni, meðan tú lesur hendan bloggin: Design er í øllum – alt frá litunum á heimasíðuni til fontin, sum skapar orðini, tú lesur. Men design er eisini rundan um teg. Hygg upp. Alt tú sært er designað. Hvussu kul er tað?

Men hví er design týðningarmikið? Jú, sært tú – design er eitt samskiftisamboð. Frá fyrstu veggjamálningunum í fjallahellum – til dagsins livandi lýsingar og appir. Øll hesi hava eitt í felag: Design kommunikerar boðskap og endamál. Tó hevur design eisini eina aðra týðningarmikla uppgávu: At vera estetiskt, pent og lekkurt. 

Men álvara, hvat er design?

Elementir í design
Grundelementini í design. Kelda: InVision

Grundelementini í design eru definerað at vera: formur, skap, linja, rúm, teksturur, rørsla og litur. 

Design er ymiskt brúk av hesum grundelementum. Samansetingin kann siga ein boðskap á ein máta, sum ikki einans fangar eygað; men eisini áhugan. Við at brúka hetta kunnu vit miðla boðskapir, sum annars kunnu vera torførir at skilja. 

Sagmeister leggur dent á tað vakra

Til ein fyrilestur hjá Stefan Sagmeister síðst í novembur, legði hann dent á, hvussu týðningarmikið tað vakra er í designi. Hann legði dent, á hvussu hesi grundelement skapa tað vakra. Hvussu vit sum designarar kunnu skapa eina kenslu, sum fólk kenna aftur, tá tey síggja designið. Við tí funktionella og tí estistiska kunnu vit skapa nýggj ting, sum eru innbjóðandi og áhugaverd. 

Oftast ósjónligt

Design er allastaðni, og tí eru vit so von við tað. Vit leggja bert merki til design, tá tað riggar serliga væl … og tá ið tað slett ikki riggar. Men alt, sum vit síggja, hoyra, uppliva og sansa, er designað – so ella so. 

Tað er torført at seta fingurin á design, og hvat tað er, tí tað er jú so nógv. Í dag ynskja vit at skapa at eina verð, sum hevur gott design. Design, sum ikki órógvar og ørkymlar, men kommunikerar skjótt og greitt. Vit trúgva upp á gott design, og tað ávirkan, sum design hevur á verðina. Vit ynskja at gera verðina greiðari og vakrari við brúki av designelementum og hugflogi. Tí vit kunnu, duga og hava eina ábyrgd at gera tað.

Deil:
Tóra
Tóra
Design
Sást tú ljósið? Hoyrdi tú buldrið? Noy – hatta var ikki toran. Hatta var Tóra! Okkara sjarmutrøll av Skála. Við einum fingri á pulsinum og hinum á knappaborðinum samskipar hon kundauppgávur og stýrir okkara sosialu miðlum. Og tá hon ger sítt hokus-pokus, setur hon altíð kundan í fokus.
tora@sendistovan.fo 347 150