Okkara tilgongd

Tusass: Eitt meiningsfult samleikaskifti

7
March 2024
Niels

Onkuntíð loysir tað seg at vera lítil. Tað kann gera at tú sært ting frá einum heilt øðrum sjónarhorni. Tað var støðan, tá ið Tele-Post heitti á okkum um at innleiða eitt samstarv, sum skuldi enda við einari fullari rebranding og navnaskifti.

Grønland er so stórt, at tú næstan ikki klárar at fata tað. Men tey eru ikki so nógv fleiri enn vit eru. Og hóast vit, føroyingar og grønlendingar, eru sera ymisk mentanarliga – so er nógv sum vit eru felags um. Og eitt týdningarmikið tema er hvussu vit dagliga mugu verja og bøta um okkara lítlu og viðkvomu mál.

Tað ger tað ikki verri, at vit hava viðkomandi royndir við vinnunum, sum Tele-Post er í. Brandingin av Posta, sum vit stóðu fyri, rebrandingin frá Kall til Vodafone, og seinni arbeiðið við Føroya Tele – alt samalt á einum lítlum marknaði, væl at merkja – telur við. Og ikki at gloyma okkara arbeiði við samskifti á grønlendskum fyri ein heilt annan kunda.

So viðkomandi royndir, ein ávís kulturell eygnahædd og ein brennandi passión fyri design er ein perfektur kokkteylur til eitt samstarv við eina post- og telefyritøku í Grønlandi.

Frá samanleggingarbrandi 
til savningarbrand

Vit kenna tey. Eitt brand ella eitt navn, sum er eitt úrslit av einari samanlegging. Eitt sindur sum tá ið Føroya Banki hevði logotypuna frá sær sjálvum, men búmerkið frá Sjóvinnubankanum. Eitt sindur av hesum og eitt sindur av hasum.

Hetta er praktiskt. Tað ger at man fær arbeitt. Víðari.

Men í longdini er hetta eisini við til at halda fast í fortíðini. Vit og tit. Ymsar mentanir. Í hesum førinum Tele- og Postfólkini, ávikavist.

Hertil var Tele-Post komið. Nú var stundin komin til næsta stig. Vit, sum ein samlað organisasjón, ein samskiftisveitari til alt Grønland, eitt brand.

Mishátti dunnuungin

Tað var beinan vegin greitt, at navnið skuldi vera Grønlendskt. Fyri okkum var tað sjálvsagt. Eitt navn, sum ikki sigur hvat vit gera, men sum sigur hvør vit eru. Tað varð leitað væl og leingi. Seriøsar verkstovur, málligir serfrøðingar, orðbøkur og eitt hav av uppskotum.

Og eftir nógvar og góðar finalistar vann at enda navnið Tusass. Søgan hjá hesum navninum er áhugaverd. Og tað mest áhugaverda er, at navnið er eitt eldri produktnavn hjá Tele-Post. Hetta var upprunaliga navnið fyri eitt talutíðarkort  – eitt produkt, sum ikki hevði høga tign, hvørki millum fólk ella hjá Tele-Post. Men seinastu árini bleiv Tusass til kendasta og populerasta pre-paid produktið hjá Tele-Post, og brandað heilt fyri seg, so tað næstan fekk sítt egna lív uttan um Tele-Post.

Og nú bleiv Tusass navnið fyri øllum samtakinum. Navnið kann týðast til “Vit hoyrast”. Also ein heilsan og ein máliska, sum verður brúkt í Grønlandi.

Soleiðis fór Tusass frá at vera eitt lítið virt talutíðarkort til at vera navnið fyri alt samtakið.

Konservativt? Ja. Popput? Eisni ja.

Tað er eitt sindur torført at greiða frá breiddini á virkseminum hjá Tusass. Tey kunnu selja tær nýggjasta Apple Watch, men tey standa eisini fyri radiosamskiftinum fram við allari eysturstrondini. Tey levera tær pakkan frá Amazon og varða av sjókaðalum.

Hetta krevur fleksibilitet. Eitt vinnuligt og eitt privat andlit. Hetta merkir í grundini tær sera ymiskar litpalettir. Ein er heldur konservativ. Ella varandi. Blátt, hvítt, ljósablátt. Og ein serstakliga sprelsk. Livandi, fólkslig, sprøklut. Eins sprøklut og býirnir og bygdirnar í Grønlandi.

Tí kanst tú sama dag møta heldur professionella veitaranum av optiskum netsambandi við Norðuramerika og vitja litríka handilin í heimbygdini.

Tað snýr seg um samband

Søgan hjá Tusassbrandinum snýr seg um at binda saman. Tí eitt er at Grønland er fjarskotið í sær sjálvum. Men í Grønlandi eru tey eisini fjarskotin frá hvørjum øðrum. Og her er tað at Tusass hevur sína uppgávu: At knýta heimin nærri at Grønlandi, og grønlendingar nærri at hvørjum øðrum.

Frá at fjarstøða bleiv mátað í kilometrum ella minuttum, verður hon í dagsins samfelag mátað í millisekundum og klikkum.

Hendan søgan varð søgd í hesum frilminum, sum varð fremleiddur til avdúkingina.

Í eygnahædd

Í samstarvinum við okkara kundar er virðing altíð ein hornasteinur. Men í arbeiðinum fyri Tusass kom hetta serliga væl til sjóndar. Tað var sera týdningarmikið hjá okkum at skilja mentanina í Grønlandi. Teirra humor og hugsanarhátt. Ríku søguna. Og ovurstóru fjarstøðuna sjálvt inni í landinum.

Hetta hevði fleiri ting við sær. Eitt var tilmælið um at sjálvandi skuldi nýggja navnið vera grønlendskt. Og at grønlendskt er fyrsta og fremsta málið í øllum samskiftinum hjá Tusass. Tí hóast grønlendska samfelagið er tvímælt, er tað ikki altíð so sjálvsagt at tað er lokala málið, sum vinnur á “hinum” málinum.

Eisini gav stóra fjarstøðan møguleika fyri lokalum loysnum. Soleiðis hava okkara Dekostovufólk undirvíst í montering og foliering, so at øll Tele-Post sentur kring landið kundu skifta ham til Tusass yvir eitt longri tíðarskeið.

Samanumtikið var hetta ein uppgáva, sum vit á Sendistovuni og Dekostovuni eru sera errin av at hava verið ein partur av. Pilluarit!