Retail er ikki bara bara. Um hetta var ein 80’arafilmur, so hevði onkur sagt at “Retail is a dog-eat-dog world”. Um tú heldur at tað er tilvild hvar í handlinum ein vøra er, og hvar vøra A stendur í mun til vøru B, so mást tú trúgva umaftur. Á handilshillunum er kappingin beinhørð.
Hetta er søgan um ljós og myrkur. Og at skilja seg út frá mongdini. Tí Kirvi var komið hartil, at nú skuldi okkurt henda. Hetta vóru tað tvær sera góðar orsakir til.
Fyrsta góða orsøkin til broyting:
Eftir fleiri ár av fyrireikingum, kanningum, forhandlingum, rørlegging, rapportering og sertifisering var Kirvi sera nær við at kunna fáa pappír upp á tað, sum allir suðuroyingar hava vitað í áravís: Vatnið úr Sumbiarbergholinum er óalmindiliga reint. So reint, at tað kann formelt og løgfrøðiliga kallast Natural Mineral Water. Natúrligt mineralvatn. Tað skuldi sjálvandi markerast.
Við hesari klassifiseringini kemur Kirvi í eitt heilt nýtt, fínt selskap – úti í heimi, væl at merkja – og er 100% einaráðandi í Føroyum. Onki annað føroyskt vatn kann kalla seg hetta. Hetta merkir okkurt fyri marknaðarstøðuna í Føroyum, men kann merkja munandi meir uttanlands.

Seinna góða orsøkin til broyting:
Kirvi er vorðið vaksið. Frá at vera eitt uppstartsbrand, var tíðin komin til at taka næsta stigið og fáa eitt meira serstakt look. Ikki tí, Kirvi hevur í nógv ár verið eitt húsarhaldsnavn, men afturmeldingarnar vóru, at brandingin var ikki á sama støði sum vatnið. Ikki í heimsklassa.
Ein annar faktorur var, at kappingin hevði tikið Kirvi aftur. Kirvi líktist ikki longur nóg nógv frá hinum. Og har var eisini ein avbjóðing við sjónligheit í kølaranum.


Kirvi mátti leggja sjógv til hini. Meira sjónligt, meira serstakt og meira reint.
At verja reinleikan
Kirvi er Kirvi. Natural Mineral Water. Her komu vit skjótt fram til, at Kirvi, hetta reinasta og einasta natúrliga mineralvatnið í Føroyum skuldi verjast. Bæði fyri øðrum, men eisini frá sínum systirproduktum. Tí bleiv ein strong stigbending skapað: Mineralvatn og Sweet & Sparkling. Hetta eru vørur, sum verða uppfataðar sum vatn. Klárar fløskur við klárari vætu.
Og av somu orsøk er nýggja Driv, sum eisini sá dagsins ljós samstundis, ikki brandað sum Kirvi, men By Kirvi. Sama við Íste. Driv er í grønari fløsku. Og Íste er jú brúnt. So meðan høvuðsinnihaldið er heimsins besta vatn, so er tað ikki nóg reint at vera kallað Kirvi. Kirvi er Kirvi, og sodavatn er sodavatn.

Designelementini
Kirvi hevur fingið eina munandi meira markanta typografi. Og tá vit seta navnið í tveimum reglum, so letur tað bæði upp fyri stórum stavum og fyri at vit kunnu spæla rundan um teir. Eisini lærdu vit, at ikki øll vita at Kirvi er føroyskt, og at Kirvi er eitt fjall í Suðuroy.

Mount Kirvi verður heimstaðurin kallaður, og Merkið stendur saman við. Harumframt bera allar fløskurnar konturarnar av fjallinum á innsíðuni. Hetta gevur bæði eina effekt, tá ið tað verður sæð gjøgnum fløskuna – og eitt eyka litspæl til variantarnar við smakki.
Ljós og myrkur
Tað er løgið, at í einum ljósum og enntá upplýstum kølara er tað faktiskt myrkt inni. Og tá klárar fløskur við klárum vatni standa framman fyri hvørja aðra, skapa tær eina myrka bakgrund. Hetta er ikki heilt intuitivt, men forkanningarnar vístu hetta púra greitt. Kirvi brandingin bleiv púrasta ósjónlig á handilshillini. Myrk typografi á bakgrund sum í samanhanginum gerst myrk er eitt problem. Tí bleiv hetta eisini til ein bardaga móti myrkrinum.


Úrslitið er ein nýggj produktrøð, við klárari, ljósari og greiðari typografi, sum saman heimsins besta innihaldi skal vinna fleiri hjørtu, størri part av køkuni og nýggjar marknaðir úti í heimi.



