Hiddenfjord saknaði fleksibilitet, og fekk eitt modernað, livandi og talgilt designsystem afturvið.
Ofta er tað ikki fyrr enn aftaná, at tú sært tað: At tað gamla var vorðið ótíðarhóskandi. Men tá var Hiddenfjord longu Føroya kulasta laksabrand. Tað feita navnið, góða familjusøgan, og altjóða virðingin. “Laksurin, sum Atli framleiðir, er also tann besti”, søgdu fólk. Men okkurt manglaði. Okkurt sum gjørdi tað meira livandi, meira talgilt og meira liðiligt.
Hetta er søgan um eina stillisliga modernisering sum – tá alt kom til stykkis – kom at fevna um alt uttan sjálvt runda merkið við fjøllunum. Litir, typografi, myndastílur, pakningur, heimasíða, básar, prentlutir, ikonini, animasjónir, boðskapir og søguforteljingin sjálv.
Føroya fyrsta laksabrand
Tað var fyrst í tíggjunum, at merkið ‘Hiddenfjord’ sá dagsins ljós. Spurd um hvussu tey tóku avgerðina at geva laksinum eitt gott navn og at fortelja søguna var áhugaverd: Allarfyrst tryggjaðu tey sær at vøran var fyrsta floks. Síðani, at tey kundu levera vøruna uttan nakran slingur í valsinum. Og tástani geva vøruni eitt brand. Sera inspirerandi, tí vit hava jú ikki sjáldan upplivað hesa søguna í øvutari raðfylgju.
So tað var við størstu virðing, tá ið vit fóru undir hjálpa teimum við næstu kapitlunum í søgu brandsins. Fleiri litir at brúka, og at justera høvuðslitin. Hetta vóru fyrstu avbjóðingarnar. Grøni liturin var ov myrkur til eitt nú svarta bakgrund – og har var í grundin bert tann eini liturin at brúka.

Seks litir av laksi
Grøni grundliturin ljósnaði. Og bleiv defineraður til allar hugsandi framleiðsluhættir. Hetta er kritiskt tá alt frá fóðurflakum til flamingokassar skal bera litin. Og síðani hjálitirnir. Fimm væl valdir hjálitir at brúka rundanum. Summir sum accentlitir, aðrir sum eykalitir.

Hiddenfjord. Eitt navn, og ikki ein frágreiðing
Síðani typografiin. Valið fall á Tomato Grotesk. Hon ger ikki so nógv um seg, men er løtt, rein og klár og egnar seg væl til bæði lesitekst, tøl og displaytypografi.
Tomato Grotesk var so væl troffin, at hon endaði sum logotypa eisini. Frá tí heldur tveytúsundogellivusliga HIDDENFJORD, fingu vit tað heldur at framstanda sum eitt navn. Stílreint og vinaligt. Hiddenfjord.
Skriftir hava týdning. Eru samleikaberandi. Tað er ikki bara tomato tomato.

Sig burðardygd uttan at siga burðardygd
Hiddenfjord er upp á nógvar mátar ein fyrimynd. Eitt nú varð avgerðin at gevast við at flúgva laks tikin áðrenn tey í heila tikið vistu hvussu tey skuldu fáa hann fram í líka góðum standi sjóvegis. Tað er bara eitt av sera nógvum dømum um atlit til umhvørvið. Hetta er at bera seg burðardygt at – heldur enn at ganga runt og siga tað. Tí tað kunnu – og gera – øll onnur eisini.
Hugt var eftir hvat liggur aftan fyri orðið burðardygt. Ella sustainable. Enska orðið merkir jú (við)varandi. Og tá koma aðrar orðingar fram. Ella aðrir mátar at siga tað.
“Perfecting how salmon is raised. Now and forever.” Vit betra alla tíðina háttin, sum laksur verður aldur. Soleiðis at vit kunnu gera tað í allar ævir. Og við reinari samvitsku.
Myndir sum ongantíð fyrr
Myndauniversið er ein søga fyri seg. Eitt eru náttúrumyndirnar. Dramatiskt og lutvíst fjalt landslag.

Og nakað annað eru studiomyndirnar, har ljós og skuggi saman við brandlitinum pallsetur vakra laksin so einastandandi væl.

Eitt nýtt, dagført og talgilt designsystem
Designhandbókin er 85 síður. Okkara størsta higartil. Og flaggskipið hiddenfjord.com vísir alt í senn. Litir, typografi, ikonstílur, animasjónir, myndastílur og søguforteljing saman, samlað, livandi og talgilt.




