Sig tryggleiki uttan at siga tryggleiki. Fortel um eina vøru, sum sirka ongin dugir at fyrihalda teg til. Hetta er søgan um eitt ómøguligt hugskot, sum bleiv til veruleika. Kom inn um leiktjøldini og síggj alt tað, sum tú ikki sást.
Í okkara bransju – og sannlíkt flestøðrum bransjum við – er tað sera vanligt at “gloyma” at dokumentera prosessina. At hugsa um “The making of …” Tí tá man skal gera eitt reyp, so vildi man altíð ynskt at onkur hevði tikið myndir ella goymt ávegis útgávur ella bara okkurt, so arbeiðisgongdin kundi verið víst. So tað er kanska ikki tað at tað verður gloymt; man kemur bara ikki í tankar um tað fyrr enn aftaná.
Hetta er IKKI ein av teimum søgunum. Tí longu tá ið við fóru í gongd við hetta átakið fyri Betri Pensjón vistu vit, at hetta var nakað heilt serligt. Eitt átak, sum fór at flyta øll møgulig mørk, bæði fakliga, innan framleiðslu og kreativt.
Í fyrstani var hugskotið
Nógv hugskot vóru á borðinum. Onkur klisjé, okkurt stuttligt, okkurt álvarsamt. Men eitt hugskot skaraði framúr: Tryggleikakenslan, sum eitt heitt, mjúkt, fysiskt og konkret ting, sum tú kanst balla teg hjá. Vit arbeiða aloftast við fleiri ymiskum hugskotum í byrjanini, sum er ein máti at fyrst tryggja at vit kanna hvønn veg vit fara – fyri síðani at gera eitt tilvitað val.
Ikki S.H.O.P.
Eitt av hugskotunum kallaðu vit fyri SHOP. Og einastaðni skrivaðu vit niður, at tað skuldi absolutt IKKI vera SHOP. So fóru vit í jólaferiu. Men tá vit komu aftur til arbeiðis eftir nýggjár høvdu vit øll gloymt hvat SHOP var fyri nakað. Ikki fyrr enn nakrar vikur seinni glapp tað. Shiny Happy Old People – S.H.O.P. Vit høvdu avrátt ikki at vísa glaðar pensjonistar, sum hugnaðu sær. Ongin tímir at ímynda sær seg sjálvan sum pensjonist.
Tryggleika eigur Betri Trygging
Betri er ein nokk so stór brandfamilja. Betri Banki, Trygging, Heim og Pensjón eru øll systkin, sum skulu spæla væl saman. Tey eiga hvør sín lit og annað grafiskt. Og Betri Trygging, gamla Tryggingarfelagið Føroyar “eigur” tryggleika. Tað hevur verið teirra evni at tosa um í eitt mannaminni. So tað snúði seg um at vísa tyggleika – ikki at siga tað.
Ein avanserað framleiðsla
Filmurin er bygdur á eina skitsu, sum skuldi gerast livandi. Og lilla bamsur hanga ikki á trøunum, so hon skuldi skapast. Og ein leikari mátti finnast, og so skuldi heilt rætta huglagið rakast. Ró, friður, eitt sindur av vindi, og nakrar heilt fáar rørslur. Livandi, men ikki spillivandi.
Stylistar, kamerafólk, 3D fólk, og ein leikari, sum mátti liggja still í fleiri tímar meðan upptøkurnar vórðu gjørdar.
Vit eru heilt einfalt øgiliga errin av úrslitinum: Ein filmur og eitt átak, sum skal halda og rigga í fleiri ár. Sum vekir eina kenslu, sigur ikki ov nógv, og er rættuliga undirspæld. Eisini brýtur hendan frá hópinum við at næstan ikki hava nakað ljóð. Hon rópar við at teska.
.gif)


