Tankar um design

Mítt lív sum skriftlærdur

3
April 2025
Niels

Niels

Stjóri

Fyrst fær Niels eitt svakt hugskot. So eitt aftrat. So koyrir hann hugskotini í song saman: Svøk baby-hugskot síggja dagsins ljós, og tey leggja allan heimin undir seg ... Og Niels setir seg afturá aftur og yppir øksl, meðan tiltikna skálkasmílið hómast.

Pecha Kucha er eitt herligt konsept, sum kemur úr Japan. Heilt stutt er tað 20 myndir, sum verða vístar í 20 sekund hvør. Tað gevur tær eitt skjótt innlit í næstan eitt hvørt evni.

Um hesa framløguna bleiv sagt at “At hava eina grafiska útbúgving og kanska serliga eina við typografi sum sergrein er ikki altíð ein dansur á rósum. Við 20 myndum fer Niels Arge Galán at greiða frá sínari líðingarsøgu gjøgnum tey 20 árini, síðani hann bleiv útlærdur. Her verður nakað av fakligum snobbaríi og yvirleginheit – men mest verður tað um, hvussu nakað, sum næstan ongin hugsar um, heldur Niels vaknan um næturnar.

Í november 2023 helt eg framløguna “Mítt lív sum skriftlærdur”. Framløgan kann síggjast her 👇🏼
https://www.pechakucha.com/presentations/mitt-liv-sum-skriftlardur-niels-arge-galan