Tankar um design

Ársins litir í 2020

22
June 2020
Ann-Mari

Litir eru allastaðni rundan um okkum, og teir hava størri týdning enn flest okkara eru tilvitað um. Vit vita, at litir gera okkurt við okkum – bæði viðvíkjandi okkara kenslum og okkara atferð. Kemur eitt nú óttin á teg í einum skríggjandi gulum rúmi? Og kann ein bláur litur sissa teg? Ja, ha?

Hvar koma litir frá?

Í mínum starvi sum designari á Sendistovuni arbeiði eg hvønn dag við spennandi litum, litsamansetingum og formum.

Mangan havi eg hugsað um hetta: Hvar koma litirnir frá? Hvør ásetur eitt ávíst trend innan litir? Hvussu verður hetta gjørt? Hvussu ber tað til, at ávísar fyritøkur, designarar o.o. bíða við at marknaðarføra teirra vørur, til tey kenna til útvaldu litirnar, sum til dømis litfyritøkan Pantone, hevur kosið sum ársins litir?

Hvørjir verða litirnir í 2020? Tað eru nógv, sum spáa um tað, men ein fyritøka, sum er sera áhugaverd hesum viðvíkjandi, er The Pantone Color Institute. Tey velja ein lit um árið, sum so ger eina rákgongd innan vørudesign, vinnuligt design, grafiskt design og innbúgv.

Eftir nógvar analýsur, gjørdar av serfrøðingum, sum ferðast kring allan heimin og leita eftir íblástri innan list, design, móta, sosialar miðlar og ymsar livihættir, koma tey fram til eina niðurstøðu. Hetta hava tey gjørt í yvir 20 ár.

Høvuðsliturin í ár eitur: PANTONE 19-4052 Classic Blue

Mynd av einum broti um litin

Pantone sigur, at ársins litur er ein løtumynd, sum vísir tað, sum tey eygleiða í heimsmentanini, og at hetta er tað, sum kemur til sjóndar í huglagnum og hugburðinum kring heimin. Tí bar ársins litur í 2016 bráð av kynsligari javnstøðu og skuldi vera ein litur, sum svaraði okkara tráðan eftir trygd og eini kenslu av at hoyra til.

Hvussu brúka vit hetta í dagliga arbeiðinum?

Litir eru eitt evni, sum vit sjálvandi eygleiða gjølla. Men fyrst og fremst hugsa vit um, at litirnir í okkara designi skulu samsvara við virðini og samleikan hjá okkara kundum. Litirnir skula endurspegla tað, sum kundin ynskir at fortelja, og ikki einans hvat er “in” í 2020. Her skilja vit vanliga ímillum samleikan hjá einum kunda, sum jú eigur at vera tíðarleysur, og átøk og boðskapir, sum einans skulu hava relevans eina stutta tíð.