Toymið

Hvørt strok við blýantinum og hvørt klikk við músini snýr seg um design og tann, vit gera design fyri. Ring ella skriva til ein okkara, so designa vit okkurt fyri teg.

Design
Design
Ann-Mari dugir gand og hevur skapanarevni sum fá. Og burtur úr ongum fær hon altíð tað vakrasta, lekkrasta, heitasta og feitasta fram. Hennara grafiska eyga verður ikki tikið.
ann-mari@sendistovan.fo 794 175
Strategiskur ráðgevi
Strategiskur ráðgevi
Búgvi var ikki føddur í gjár. Hann er útbúgvin MSc í Advanced Marketing Management. Men allíkavæl er hann ikki bundin at viti og skili: Hann er ein maður við hugsjónum. Tí Búgvi hugsavnar seg ikki um, hvussu tingini eru - men heldur hvussu tey áttu at verið.
bugvi@sendistovan.fo 794 155
Stjóri
Stjóri
Christian fær aldrin skeiva beinið úr songini. Nei, hann loypur út í dagin við báðum beinum. Hann hevur nógv ár á baki í vinnulívinum, men Christian er ikki sølumaður. Hann er tænastuveitari. Tí hann fer ígjøgnum eld og vatn fyri at veita eina góða tænastu.
christian@sendistovan.fo 794 115
Design
Design
Dánjal er eitt sindur øðrvísi enn aðrir sniðgevar. Hann er hálvur hvalbingur, sært tú. Hansara arbeiðslag ber brá av hesum serliga hvalbiarhegni: Hann unnar sær ikki hvíld. Og eins og aðrir hvalbingar kennir hann hárfínu javnvágina millum kleyvarskap og lýtaleyst avrik.
danjal@sendistovan.fo 794 169
Ráðgevi
Ráðgevi
Hans ger web-menning. Frá fyrsta degi hann trein inn í Sendistovuna, hakkaði hann seg inn í hjørtu okkara. Við fleiri virðislønum á baki er hann vorðin ein tann stinnasti web-mennarin í landinum.
hans@sendistovan.fo 794 184
Málsligt design
Málsligt design
Hvør hevur besta málkunnleika á Sendistovuni? Henry. Hvør er best klæddi maðurin í landinum? Henry. Hvør valdi sína starvsleið innan málgransking FRÁ, tí hann hevur náttúruborin evni innan lýsingar og tí vildi heldur vera hangandi her í bransjuni? Henry.
henry@sendistovan.fo 794 188
Design
Design
Sum ábyrgdarsniðgevi hevur Ingrið nógva, ja, ábyrgd. Hon er nemliga primus motor í kreativa toyminum. Hon letur hugskotini í og tryggjar teimum ein samanhang yvir tíð og rúm. Í so máta er hon byrjanin og endin. Vit spegla okkum í Ingrið.
ingrid@sendistovan.fo 794 189
Design
Design
Jensia teknar og teknar og teknar. Men onkuntíð situr hon og summar seg og krympar eyguni saman. Tey glógva. Hon hugsar. Tí Jensia loypur ikki framav. Hon er still og stílrein. Alt verður gjørt til fulnar. Tað sæst aftur í arbeiðinum.
jensia@sendistovan.fo 794 173
Fyrisiting
Fyrisiting
Katrin veit, at vinnulívið er, sum Harra Gud vil. Vilt tú fylgja við, mást tú tillaga teg. Við drúgvum royndum og hollari vitan torir hon at taka avgerðir av eintingum. Hon hugsar skjótt og ber eyga við hvønn einasta smálut. Katrin er so klárvakin.
egholm@sendistovan.fo 794 165
Design
Design
Svabo er sniðgevin, sum bara dugir ALT. Hon áhugar seg eisini fyri øllum. Lívið skal jú livast. La dolce vita. Ája. Svabo dugir eisini italskt. Bara soleiðis. Men at siga nei til eina arbeiðsuppgávu dugir hon ikki. Ein eldsál, sum neyvan fær sín líka.
svabo@sendistovan.fo 794 174
Stjóri
Stjóri
Fyrst fær Niels eitt svakt hugskot. So eitt aftrat. So koyrir hann hugskotini í song saman: Svøk baby-hugskot síggja dagsins ljós, og tey leggja allan heimin undir seg ... Og Niels setir seg afturá aftur og yppir øksl, meðan tiltikna skálkasmílið hómast.
niels@sendistovan.fo 794 166
Design
Design
Sást tú ljósið? Hoyrdi tú buldrið? Noy – hatta var ikki toran. Hatta var Tóra! Okkara sjarmutrøll av Skála. Við einum fingri á pulsinum og hinum á knappaborðinum samskipar hon kundauppgávur og stýrir okkara sosialu miðlum. Og tá hon ger sítt hokus-pokus, setur hon altíð kundan í fokus.
tora@sendistovan.fo 347 150

Finn Dávid, Elisabeth, Edith, Eyðun, Eyðsvein,
John og Rebekku á Dekostovuni.

Starvsmøguleikar

Á Sendistovuni leita vit altíð eftir nýggjum talentum.
Og um vit ikki hava nakað tøkt starv beint nú, 
so kann tað vera at tað verða boð eftir tær seinni.

Tú kanst senda okkum eina umsókn við at skriva til:
starv@sendistovan.fo