Vit á Sendistovuni hava brúk fyri einum starvsfelaga afturat. Kundi tú hugsað tær at skipað SoMe-marknaðarføringina hjá størri og smærri fyritøkum? Fyritøkum, sum bæði virka her heima, men eisini eru aktivar á internationala marknaðinum?
Vit hava ikki bara brúk fyri onkrum, sum dugir at lamma eina lýsing út á Facebook. Vit leita eftir einum, sum dugir tað tekniska, hevur kreativar arbeiðstilgongdir og skilur, hvussu samskifti á sosialum miðlum yvirhøvur fungerar. Títt forvitni ger, at tú fylgir við tíðini og ert við upp á rákini, sum koma og fara á sosialum miðlum. Og so ganga vit út frá, at tú annaðhvørt hevur útbúgving ella royndir innan marknaðarføring.
Sendistovan er eitt designhús, har vit fáast við alt frá design og tekstskriving til hugskotsmenning og ráðgeving. Tú fært kreativar og fittar starvsfelagar, sum eru sannførdir um, at design ger allan munin í marknaðarføringini.
Vit vilja vita, hvør tú ert. Hvussu tú sært verðina og tín leiklut á Sendistovuni. Og skulu vit velja millum eitt fancy CV ella dømi um ting, sum tú hevur gjørt, so er einki ivamál: Vit vilja heldur síggja hvat tú dugir, og hvør tú ert.