Talgildu Føroyar

Eitt risafet
inn í talgildu øldina

Scroll down

Talgildu Føroyar høvdu ment tvær ótrúligar tænastur. Vangin og Samleikin. Á Vanganum kunnu borgarar og fyritøkur nú samskifta við tað almenna á netinum, og til hetta krevst ein talgild og trygg undirskrift – Samleikin.

Tænasturnar eru í grundini somikið góðar, at tær næstan selja seg sjálvar, tí at:

  1. tær gera tað lættari fyri borgaran at avgreiða síni viðurskifti við tað almenna á einum og sama stað; og
  2. tað almenna sparir útreiðslur upp á fyrisiting. Og spard króna er vunnin króna.
Nicolai
Nicolai Mohr Balle
Verkætlanarstjóri

Í Talgildu Føroyum hava vit ikki verið meira enn 10 starvsfólk. Vit sita øll við sera ymiskum uppgávum. Treytin fyri at menna Vangan og Samleikan var, at øll máttu koma við síni serfrøði og servitan. Annars hevði tað ikki borið til. Tað sama merkti eg við Sendistovuni. Við sniðgevum, strategiskum ráðgevum, málfólki, forritarum osfr, høvdu tey allatíðina ein holistiskan innfalsvinkul á útrullingina [av Vanganum og Samleikanum], og hetta tryggjaði, at almenningurin fór at taka væl ímóti tí.

Endamálið við heildarloysnini var ikki bara, at føroyingar skuldu fáa sær Samleikan og Vangan. Okkara partur lá í at tryggja, at ein góðvild eisini var til staðar – at føroyingar tóku ímóti Samleikanum og Vanganum við opnum ørmum. At teir tóku hetta til sín og vóru stoltir av hesum. Tað er ikki nokk, 
at tekniska skipanin riggar. Hon skal eisini síggja gott út.

Fyrsta stigið:

Eitt sterkt brand

Til tess at skapa eitt sterkt brand fóru vit øll upp í design-helikoptaran at menna ein brand-plattform:

/ Navn
/ Búmerki
/ Brand-design
/ Brand søgu
/ Design av brúkaraflatu og - uppliving
/ Boðskapir

Navn

Nøvnini

Sumt varð til tíðir snikkað til av ný, men tvey ting vóru frá fyrsta degi sligin fast við sjey tumma seymi. Nøvnini bæði –

Samleiki merkir tað, sum eyðkennir eitt menniskja ella eitt samfelag. Hetta er ikki eitt gamalt orð. Tað varð smíðað til sum avloysari fyri orðið identitetur. Orðið samleiki hevur væl og virðiliga fingið fótað sær í føroyska málinum. Vit tosa í dag um okkara egna persónliga samleika, um føroyska tjóðarsamleikan, ja sjálvt fyritøkur hava sín egna samleika. Sostatt er samleiki eitt orð, vit øll kenna frammanundan.

Men styrkin við orðinum er, at tað er óítøkiligt og hevur nógvar hjátýdningar. Tí tað vil samstundis siga, at orðið er tøkt, og at føroyingar nú framyvir fara at tosa um ein ítøkiligan samleika.

Vangi er eitt elligamalt orð í føroyskum, sum gongur heilt aftur í norrønt. Og tá ið vit fingu sosialar miðlar, fekk orðið nýggja merking, tá vangi ella vangamynd fór at avloysa lánorðið profilur. Henda nýggja merkingin er eisini eitt sindur óítøkilig við ymiskum hjátýdningum, men aftur her blása vit nýtt lív í. Tí framyvir fara føroyingar at tosa um ein ítøkiligan vanga.

Búmerki
SamleikinVangin

Búmerkini

Búmerkið hjá Samleikanum myndar eitt eyga og ein lykil. Tí Samleikin er jú bæði eyðmerking og innritan. Búmerkið hjá Vanganum myndar ein persón og eitt lyklarhol. Hesi bæði hanga treytaleyst saman, tí vilt tú inn á Vangan, mást tú hava Samleikan.
Reint grafiskt er talan um tvey løtt og einføld búmerki. Tey eru rund og spælandi og mynda okkurt støðugt og tíðarleyst. Norðlýsislitpalettin gevur eina dýpd, og tann hvíti flatin ger, at tey fáa luft og lov at anda. Hendan hvíta bakgrundin strekkir seg so eisini út á tann plattformin, búmerkini liva í.
Skrifttýpan ekkóar búmerkini. Hygg at harmoniini millum búmerkini og sirklarnar í teimum rundu bókstavunum (so sum a, e, g), og hvussu tjúkdin á búmerkjunum og bókstavunum gjøgnumgangandi er tann sama.
Harumframt er skrifttýpan bæði løtt at lesa og fleksibul í sínum úttrykki. Á Vanganum eru nógvir ymiskir avsendarar – Akstovan, Taks osfr – tí má skrifttýpan bæði vera tíðarleys og rigga til gerandisligar eins og hátíðarligar uppgávur.

Appin

Endamálið við heildarloysnini var ikki bara, at føroyingar skuldu fáa sær Samleikan og Vangan.

Okkara partur lá í at gera eina simplifisering og streamlining av digitalu interaktiónini, sum merkir, at upplivingin hjá brúkaranum av appini er logisk og í tráð við brandið. Og tað er í sjálvum sær ein manifestatión av, hví design er týdningarmikið: Design er jú ikki bara, at tað sær lekkurt út. Design er eisini, at tað følist lekkurt – at tað kennist lætt, trygt og persónligt.

Vangin

Vegleiðingarfilmar

Hóast bæði Vangin og Samleikin eru einfaldir og lættir at brúka, vita vit, 
at fyri sjónveik og eldri fólk kann tøkni vera ein avbjóðing. Tí er vegleiðing umráðandi. Vit framleiddu eina ørgrynnu av vegleiðingarfilmum um, hvussu tú skrásetur teg á Samleikanum, hvussu tú brúkar Vangan osfr., so øll vita akkurát, hvussu tey skulu bera seg at fyri at fáa sum mest burtur úr Samleikanum og Vanganum.

Tiltakið í Norðurlandahúsinum

Aftan á tvey ár við menning, royndarkanningum, sniðgeving osfr. upprann dagurin, har Samleikin og Vangin skuldu almannakunngerast. Til høvið var stórt tiltak í Norðurlandahúsinum, og sjálvandi leiddu vit Talgildu Føroyar á málstrikuna: 
Vit gjørdu framløguna fyri tey, ein lanserings-lýsingafilm, umframt allar filmarnar, sum vísa, hvussu skipanirnar virka.

Vit framleiddu eisini filmslýsingar, produkt-filmar, útvarpslýsingar, bannaralýsingar, online-lýsingar og uttanduralýsingar. Heildarloysnin fyri Talgildu Føroyar var eitt rimmar arbeiði, sum hevur riggað ómetaliga væl.

Talgildu Føroyar hálauppskeltirVangin á telduRita inn við SamleikanumSamleikin sum app

Vit elska heildarloysnir. Tað er her, vit sleppa at spenna vøddar og vísa, hvør dugur er í okkum. Sniðgevar gera design og brúkaraflatur (UI) og brúkaraupplivingar (UX), høvundar finna boðskapir og smíða nøvn, og ráðgevar leggja strategiir og átøk til rættis og tryggja, at alt hongur saman. Í eini heildarloysn koma høvd og hendur saman við hvør sínum styrkjum og arbeiða í felag. Talgildu Føroyar tóku eitt risafet, tá tey við Samleikanum og Vanganum leiddu almennu Føroyar inn í talgildu øldina. Vit hjálptu teimum tað síðsta strekkið á leiðini.

Búgvi
Búgvi
Strategiskur ráðgevi

Búgvi var ikki føddur í gjár. Hann er útbúgvin MSc í Advanced Marketing Management. Men allíkavæl er hann ikki bundin at viti og skili: Hann er ein maður við hugsjónum. Tí Búgvi hugsavnar seg ikki um, hvussu tingini eru - men heldur hvussu tey áttu at verið.

bugvi@sendistovan.fo794 155