10. desember 2020
Henry

Dugir tú ikki føroyskt?

Onkuntíð hoyri eg fólk siga, at tey ikki duga so væl føroyskt. Tá havi eg hug at prika og spyrja, um tey duga okkurt annað mál betur. 

Hugsa um, hvussu sjálvmótsigandi tað er at siga, at man ikki dugir sítt egna móðurmál. Sjálvandi duga øll í Føroyum føroyskt. Heldur er tað tað, at vit hava sett føroyskt upp á ein piedestal og tí ikki kenna okkum aftur í tí, vit lesa í miðlunum og aðrastaðnis. Tí tað, sum stendur har, er ofta ikki í tráð við, hvussu vit høvdu orðað okkum. Meðan skriftmálið hevur sínar røtur í einum hevdbundnum máli, sum langt síðani er útdeytt, er talumálið sprelllivandi við eini rúgvu av ónollum. 

Og hetta gevur okkum reklamufólkum, SoMi-spesialistum og mikro-influensarum nakrar gyltar møguleikar. Vit hava ein boðskap, sum skal út, og tá kunnu trý ting fara fram: 1) Fólk lesa tað og eru samd. 2) Fólk lesa tað og eru ósamd. Ella – og tá fara bæði tíð, orka og pengar til spillis – 3) fólk lesa tað ikki. 

Samd ella ósamd –  tað fært tú ikki gjørt so nógv við. Men vilt tú hava tey at lesa tað, sum tú hevur at siga? So les víðari.

Skriva sum tú tosar

At skriva, sum tú tosar, er ikki bara sum at siga tað. Men at skriva, sum tú tosar, er tað viktigasta, tá tú fæst við marknaðarføring og samskifti. Um tú bara fert at minnast EITT av tí, sum eg sigi her, so lat tað vera tað. Alt annað, sum verður umrøtt her, kundi fyri so vítt havt yvirskriftina Skriva sum tú tosar. Veitst tú hvat – ikki býtt. Eg fari at geva øllum breyðtekstunum ta yvirskriftina. 

Skriva sum tú tosar

Dugir tú blindskrift? So lat eyguni aftur og hoyr orðini fyri tær. Hoyr orðini fyri tær, so hvørt fingrarnir dansa runt á knappaborðinum. Hav eina beinleiðis synapsu koyrandi millum tankarnar og fingrarnar. Skriva sum ein klaverleikari, sum situr við klaverið seint á kvøldið og improviserar. Veitst tú hvat – skriva sum Bill Evans spælir klaver.

Skriva sum tú tosar

Tá ið tú hevur fingið alt út, so er at klippa til og fáa samanhang í. Hetta er tann parturin, sum tekur tíð. Eitt gott mið er at skriva stuttar og greiðar setningar. Men royn eisini og hugsa um musikkin – bæði í einstøku orðunum, men eisini hvussu tey ljóða og síggja út í mun til tað orðið, tey standa við síðuna av. Bókstavarím eru góð, men tey kunnu tykjast pátikin, um tað verður ov nógv av tí góða. Undirspæl tað heldur við at skifta millum hjáljóð og sjálvljóð. Endar eitt orð við sjálvljóði, so byrja tað næsta við hjáljóði. Vice versa. Hetta gevur eina góða, natúrliga rútmu. 

Skriva sum tú tosar

Nakað, sum at síggja til ikki hevur nógv upp á seg, men í grundini er avgerandi fyri, hvussu ein setningur verður lisin, eru smáorð so sum sambindingarorð og hjáorð. Sigur tú soleiðis ella soleiðisnar? Tað veldst kanska um samanhangin. Sigur tú umskylda ella orsaka? Tað veldst kanska um, hvønn tú tosar við? Og hvussu við kortini, tó ella allíkavæl? Bara ella bert? Sum ella ið? Um ella viss? Ikki undirmeta hesi orðini, tí tey eru sentral, vilt tú geva lesaranum eina mynd av tær. 

Skriva sum hini tosa

Og minst til, hvønn tú skrivar til. Eitt er, at ein skrivar, sum ein tosar, men í hesari vinnuni má ein eisini vera liðiligur, tí tað er ymiskt, hvør málbólkurin er. Hov! Sært tú, hví ketan hoppaði av har? Eg skrivaði ein heldur enn tú. Tá verður tað ópersónligt og óviðkomandi at lesa. Hav altíð ein móttakara í huga. Ein tummilregla er at skriva, sum um tú skrivaði til ein góðan vin. Tak tað róligt og brúka ikki óneyðuga fín ella háfloygd orð. 

Skriva sum tú tosar

Um tú ivast, hvussu eitt orð stavast, so hyggur tú í orðabókina. Men finnur tú ikki orðið, tú leitaði eftir, hvussu so? Finnur tú ein avloysara í staðin? Eitt nú eru orðini allíkavæl og (væl) egnaður ikki at finna í Móðurmálsorðabókini. Men mítt máloyra sigur mær – og tað veit eg, títt eisini ger – at soleiðis siga flestu føroyingar. Stóla upp á máloyrað. Eisini tá orðabókin sigur nakað annað. Og hav oyrað við tær, allastaðni tú fert. Ver eins forvitin, tá tú hoyrir eitt nýtt orð, sum tá tú hoyrir eitt gamalt ella eitt gloymt orð.  

Skriva sum tú tosar

Summi siga, at føroyskt er sagnorðamál, men tá tú fæst við marknaðarføring, eru sagnorð heilt avgerandi, tí tey leggja upp til, at okkurt hendir; tey seta tankarnar í gongd. Óteljandi dømi finnast. Just do it. Think different. Og fantastiska slagorðið hjá Endurnýtsluni: Skilir tú? Og hey, droppa lýsingarorð – uttan so tey geva setninginum eina musiska dimensjón ella heildini ein nýggjan týdning – tí tað finnast næstan eingi lýsingarorð við plúmmi í (banniorð undantikin). 

Skriva sum tú tosar

Aftur at tí eru tvey orð, sum altíð rigga væl í lýsingum (hetta lærir tú á fyrsta degi í reklamu-skúla), og tað eru orðini  og .  Men minst til innihaldið, og hvat tú hevur pá hjarta, og ger tær greitt, hví hetta er viðkomandi fyri onnur.

Dømi: Tað gevur onga meining at skriva "Visti tú, at [set inn heitið á vøru] frá [set inn fyritøku]  [set inn hvat er gott við vøruni] og fæst fyri bert [set inn niðursettan prís]". Tað skuldi man annars trúð, ha? Tí Visti tú, at nú er ein setningur, sum byrjar við sagnorði og hevur orðini og . Men sum samskifti gevur hetta ikki meining, tí a) øll gera tað og b) øll gera tað. Ger ikki sum øll hini. Ver tú. 

 

At seta ð og komma hevur einki at gera við at meistra kynstrið, sum er at skriva, sum tú tosar. Vit fyrihalda okkum jú heldur ikki til sovorðið, tá vit tosa. Stríðist tú við ð og komma, so spyrt tú bara ein, tú kennir, um at rættlesa fyri teg. Host host. 

Og sum sagt, so er gott føroyskt mál ikki bara eitt avoldað fornmál. Tað er ei heldur bara nútíðarføroyskt við fremmandaorðum og skeivum setningsbygnaði. Tað er bæði. Ein vavgreytur við sínum heilt serligu ljóðreglum. Og tað kann vera, at tað ikki altíð er í tráð við mállæruna, men tað er okkara móðurmál, og her rúmast allar okkara kenslur.

Kári P segði einaferð við Suna Merkistein, at "kenslulívið fær sín felagsliga búna ígjøgnum móðurmálið. Frumupplivilsið er tað avgerandi fyri ein yrkjara – at trilva aftur í menningarrásina og geva orðum kensluligar hjátýdningar, sum ikki finnast í orðabókunum. Nei, tað føroyska málið verður mær aldri fremmant, so leingi eg livi."

Eg havi hug at siga, at fólk, sum hava eina meining um føroyskt, kunnu býtast í tvey: Tey, sum hugsavna seg um føroyskt, sum tað er, og tey, sum hugsavna seg um føroyskt, sum tað burdi verið. 

Eg skal ikki siga, hvat er rætt. 

Eg veit bara eitt – og hetta kanst tú heilsa, næstu ferð onkur sigur seg ikki duga føroyskt – at føroyingar tosa føroyskt, og føroyskt eigur ongantíð at vera føroyingum fremmant. Tað eru vit, sum búgva her, og tað eru vit, sum hava snikkað málið til ígjøgnum øldirnar. Eg vóni fyri alt í verðini ikki, at føroyskt nakrantíð verður danskt ella enskt – men eg veit eisini, at føroyskt ongantíð fer at verða norrønt aftur. 

Deil:
Henry
Henry
Málsligt design
Hvør hevur besta málkunnleika á Sendistovuni? Henry. Hvør er best klæddi maðurin í landinum? Henry. Hvør valdi sína starvsleið innan málgransking FRÁ, tí hann hevur náttúruborin evni innan lýsingar og tí vildi heldur vera hangandi her í bransjuni? Henry.
henry@sendistovan.fo 794 188