Tankar um design

Saman í talgildum dreymum

16
September 2020
Katrin S.

Nú fundast vit á Zoom, fáa heilivág bornan til dyrnar og hyggja at ólavsøkukabarettini á kvf.fo. Gerandisdagurin gjørdist knappliga eitt sindur talgildari í mars, og um tú trívist í tí ella ei, so hevur tú allarhelst fleiri royndir við tí talgilda heiminum enn fyrr í ár.

Um tað er av politiskum ávum, ella tí vit sjálvi hugsa okkum um einaferð afturat, áðrenn vit gera tað, sum vit “plaga at gera”, so eru vit eitt sindur meira opin fyri at brúka talgildar loysnir í dag. Tað er ikki líka lætt fyri øll – men tað er ein veruleiki, sum er komin fyri at vera.

Fyri at skilja eitt sindur betur, hvat ger hesa lærugongdina annaðhvørt lætta ella frustrerandi, fara vit at hyggja upp á heilan, og hvussu hann tulkar tað, sum vit síggja. Fyri 20 árum síðani skrivaði amerikanarin Steve Krug bókina Don’t Make Me Think, har hann vísir á, hvussu heilin velur dovinskap fram um aktiva luttøku, og hvussu talgilt innihald kann skipast, fyri at vit betur kunnu fylgja við.

Her eru 6 ting um, hvussu vit uppfata tað, sum vit síggja.

1. Vit lesa ikki – vit skanna

Vit hava eitt endamál, og vit elska at spara tíð. Vit lesa ikki meira enn absolutt neyðugt, so ikki spilla okkara tíð, takk.

Mynd ið vísir munin á at lesa og at skanna tekst
  • Hav nokk av yvirskriftum — tær siga, hvat sektiónin snýr seg um, og um hon er viðkomandi – um tú skalt skanna víðari ella fara til eina aðra heimasíðu.
  • Nýt stutt reglubrot — tað er skjótt at missa seg burtur í einum longum reglubroti. Tað er lættari at skanna fleiri smá.
  • Minst til punktlistar — næstan alt kann gerast til ein punktlista. Minst til nokk av plássi til hvørja røð, so tað er lættari at lesa.
  • Týðandi orð — ein týðandi partur av at skanna er at leita eftir lyklaorðum og setningum. Nakað so simpult sum at gera tey viktigastu orðini bold, ger tey lættari at finna. Ikki leggja dent á ov nógv orð, tí so hevur hetta ikki líka stóra effekt.

2. Vit skilja sjónlig sambond

Tað hjálpir at sjónliggera sambond millum elementini á einari brúkaraflatu.

Mynd ið lýsir visuelt hierarki

Her kunnu vit hava hetta í huga:

  • Jú týdningarmiklari okkurt er, jú meira skal tað skara framúr. Tey viktigastu tingini kunnu vera stór, bold ella í eyðkendum litum.
  • Ting, sum hoyra logiskt saman, hoyra eisini saman visuelt. Ting kunnu bólkast við t.d. einum visuellum stíli ella við at leggja tey undir somu yvirskrift.

3. Vit hava ikki altíð brúk fyri onkrum nýggjum

Nógv billa okkum inn, at fólk altíð vilja síggja nýtt. Men har eru so ræðuliga nógvar tíðarkrevjandi skipanir, heimasíður og annað, sum vit brúka til dagligt – allar við sínum egnu interaktiónum, sum vit skulu læra.

Mynd av knappum vit kenna og vit ikki kenna

Verða vit presenterað fyri nøkrum nýggjum, sigur heilin ofta bara nei.

4. Vit vilja ikki hava langar frágreiðingar um, hvussu ting rigga

Tað er uppgávan hjá sniðgevum at gera tingini greið. Alt skal "siga seg sjálvt". Tá vit skilja, hvussu ein vøra ella skipan riggar, fara vit neyvan at skifta til eina aðra. Dømi: Um vit duga at brúka nándgjald ella Apple Pay, halda vit okkum mest til tað, framum at tasta kotuna til Visa-kortið inn.

Mynd ið vísir á hvussu vit kunnu brúka okkara fingrar til at flyta, zooma og annað

Sama við eini iPhone: Vit brúka fingrarnar til at zooma, flyta, skrolla og hyggja, hvat hendir á skerminum. Tú leggur ikki merki til, hvussu teknologiin riggar. Tað kann virka so intuitivt og lætt at skilja, at vit enntá ofta síggja børn zooma inn á pappírstekningar.

5. Vit vilja ikki ivast

Tá vit fara inná eina talgilda loysn (t.d. ein e-handil), skulu vit helst ikki hugsa:

  • Hvar eri eg?
  • Hvar skal eg byrja?
  • Hvat kann eg trýsta á?
  • Hvussu kann eg byrja av nýggjum?
  • Er hatta ein reklama ella partur av síðuni?
  • Hvat kann eg skriva her?
Mynd av einum persóni sum rennir út

Allar spurningar sum brúkarar seta, gerast partur av teirra fatanarligu arbeiðsbyrðu (orkan ið heilin brúkar at finna svør). Hvørja ferð okkurt ikki riggar sum tú væntar, legst afturat tínum langa lista av spurningum. Tað er ikki nóg gott.

6. Vit mugu ikki taka alt persónligt

Tá vit ferðast á netinum, hava vit øll ymisk ørindi. Tí skulu vit ikki taka tað persónligt, um onkur lítil detalja á eini heimasíðu ikki er, sum tú ætlar. Tað kann vera hon er sjálvsøgd fyri teg, men kanska er hon hjálpsom fyri ein annan vitjandi.

Mynd av einum persóni ið koyrir hjarta í skrell

Ein lítil uppgáva til tín

Kemur tú í tankar um eina heimasíðu ella app, sum fær teg at ivast? Sig tað við tey, sum varða av henni. Um tú ikki sigur tað, kann tað vera at eingin sigur tað – sjálvt um onnur kanska hugsa tað. Tað góða við tí talgilda er, at tað altíð kann broytast, og soleiðis kann upplivingin bøtast.

Um tú heldur hetta vera spennandi, kann eg viðmæla bókina Don’t Make Me Think hjá Steve Krug.