November 11, 2021
Niels

Ein lýsing kann ongantíð selja eina vøru

Kenna tit hesa: “Guns don’t kill people. People kill people.” Eg plagi altíð at siga tað sama um lýsingar. Lýsingar selja ikki vørur. Fólk selja vørur. Og eins og revolvarin absolutt hevur ein leiklut í at drepa, so hevur lýsingin tað eisini í at selja eina vøru. Men hon ger tað ikki einsamøll. Verri enn so.

Eg eeelski at siga, at lýsingar ikki kunnu selja vørur. Mest tí tað er stuttligt at siga sum reklamumaður. Segði hann veruliga hatta? Og so kemur tað allarbesta: At so sleppi eg at greiða frá, hvat eg meini við.

Hugsa um tað. Tú hevur lammað eina stóra og flotta, blinkandi lýsing í onkran miðil, og øll síggja hana. Men tú selur kortini ikki meir. Hvat er galið? Og tað er her, at kjarnin í málinum liggur. Um nethandilin er knortlutur, og gjaldsskipanin tvørlig, um vøran ikki er væl distribuerað, og eingin finnur hana, um pakningurin er ljótur og lítið álitisvekjandi, ella tíni starvsfólk í handlinum eru ófólkalig, so er tað líkamikið, hvussu flott og stór lýsingin er. Tú hevur longu spent bein fyri henni.

Ger upplivingina góða

Títt brand er ikki títt logo. Títt brand er, hvussu øll onnur uppliva teg. Títt brand er títt umdømi (og hetta er eitt evni til ein annan blogg, sum kemur seinni). Men lat okkum bara semjast um tað fyri fyrst.

Góðskan á tíni vøru er eisini tengd at, hvussu hon verður uppfatað og upplivað. Sama við prísinum. Kennist prísurin rættur – og ikki minst rættvísur? Uppfatanin av tær, vøruni og góðskuni hongur neyvt saman við, um hon selur ella ikki.

Tí skalt tú tryggja tær, at søguforteljingin um teg og tína vøru er góð. Og at hon er sonn.

Ger vøruna atkomuliga 

Um eingin finnur tína vøru, kann hon ikki seljast. Rættiliga einfalt. Men hetta verður oftani lopið um. Ok, eg vil hava eina ávísa vøru, men eg finni hana ikki. Antin tí hon stendur krógvað aftast í handlinum, ella tí hon bara er í ávísum handlum. Ella hon bara liggur á netinum. Men heimasíðan tekur ikki ímóti korti. Tryggja tær, at fólk kunnu fáa fatur á vøruni, áðrenn tú biður Per og Pól um at keypa hana.

Ger vøruna lætta at keypa 

Selur tú á netinum? Er handilin greiður og logiskur at finna runt í? Er tað lætt at gjalda, og fáa vøruna leveraða? Tað er ein heil vísind at eftirkanna, hvussu nógv fara frá forsíðuni á nethandlinum, leggja eina vøru í kurvina og IKKI trýsta á keyp. Hvussu nógv av teimum, sum vitja tín nethandil, enda við ikki at keypa vøruna, sum tey hava valt sær? Og veitst tú hví?

Eg eri ongantíð farin inn í ein handil við tí endamáli at keypa hasar Cadbury-kavabóltasjokulátupakkarnar. Tað er ikki komið fyri. Men tað er meira enn so komið fyri, at eg eri farin útaftur við hesum í posanum. Tað er snøgt sagt ikki møguligt at fara inn í handlar, uttan at hesar og aðrar vørur verða settar beint framman fyri nøsini á tær. Tað er alt ov lætt.

Ger vøruna góða 

Einaferð spurdi eg ein framleiðara, hvussu tey vóru komin fram til, at tey skuldu branda sína vøru. Also geva henni eitt navn, fortelja søgur og designa pakning. Hetta var tann fyrsta fyritøkan í teirra vinnugrein, sum brúkti branding sum virðisøking. Og eg var sjálvandi sera áhugaður í at vita, hvørjir tankar lógu aftanfyri. Og svarið, sum eg fekk, var líka inspirerandi, sum tað var meiningsfult: Fyrst tryggjaðu tey sær, at vøran, sum tey seldu, var í heimsklassa. Síðani tryggjaðu tey sær, at vøran var feilfrí 100% av tíðini. Og at enda vissaðu tey seg um, at tey altíð – altíð – kláraðu at levera vøruna rættstundis og við rættari góðsku. Tá ið alt hetta var upp á pláss, SO fóru tey at branda, navngeva, reklamera og designa vøruna, so hon kundi seljast fyri meira. Uppfatan, tú minnist.

Og her rakti hesin framleiðari seymin á høvdið. Tryggja, at vøran er góð, og at tú kanst levera hesa góðskuna fyrst. Síðani gevur tað góða meining at “lýsa” fyri henni. Hetta minnir meg á søguna, eg einaferð las um ein framleiðara, sum sigst at hava sagt at “hendan vøran er so góð, at hon fer at selja seg sjálva, og tískil fari eg at marknaðarføra hana massivt”.

Ger vøruna vakra 

Nógvar føroyskar vørur eru góðar. Faktiskt øgiliga góðar. Men tað er sjáldsamt, at tær eru einsamallar á marknaðinum. Tær eru ofta í kapping við samsvarandi útlendskar vørur. Vørur, sum antin eru betri sniðgivnar ella nógv bíligari. Og onkuntíð bæði.

So ger vøruni ein beina. Tryggja tær, at vøran í minsta lagi tekur seg líka væl út, sum tær vørurnar, hon kappast við. Tað loysir seg. Bæði vøran sjálv OG pakningurin.

Lær sølufólkið at selja 

Lýsingar selja ikki vørur. Fólk selja vørur. Og áðrenn tú nært at siga, at “ein nethandil er ikki eitt fólk”, so fari eg at skunda mær at siga, at sjálvandi eru tað fólk, sum hava gjørt nethandilin – og harvið eisini tankar um, hvussu upplivingin har skal vera.

Ímynda tær, at tú sært eina super lekkra lýsing. Hon er eggjandi, greið, og hetta er ein vøra, sum tú vilt hava. Ímynda tær so, at aftan fyri handilsdiskin stendur ein óimponeraður idiotur, sum er orsøk til, at tú ikki keypir vøruna kortini. Tú hálvavegna órógvar teirra instagrammarí við at koma inn í handilin. Tað er vónandi langt ímillum slíkar upplivingar, men tú sært tað fyri tær. Tá tú skert heilt inn á bein, so er tað persónurin, tú møtir, sum fær handilin í hús. Ikki lýsingin, ikki pakningurin, ikki prísurin.

Jamen hvat kunnu lýsingar so brúkast til? 

Eg eri glaður fyri, at tú spurdi! Tí sjálvandi kann ein lýsing hjálpa við at selja eina vøru! Ein lýsing kveikir ein áhuga. Hon ger vart við, at vøran ella tænastan finst. Hon greiðir frá og skapar relevans hjá móttakaranum. Hon tekur burtur forðingar og ivamál, so hon gerst lættari at selja. Men bara um vøran er løtt at keypa, um sølufólkið er ílatið at selja hana, um vøran ikki er ljót, og um góðskan er í lagi, og títt umdømi er intakt.

So: Kunnu lýsingar selja vørur? Eg sigi nei. Ikki einsamallar. Men tær gera tað lættari hjá tær at selja vøruna. Men tryggja tær fyrst, at øll hini tingini ikki spenna bein fyri lýsingini fyrst.

Niels
Sjóri

Fyrst fær Niels eitt svakt hugskot. So eitt aftrat. So koyrir hann hugskotini í song saman: Svøk baby-hugskot síggja dagsins ljós, og tey leggja allan heimin undir seg ... Og Niels setir seg afturá aftur og yppir øksl, meðan tiltikna skálkasmílið hómast.

niels@sendistovan.fo794 166
Næsti bloggur

Heading

W
.
W
W
W