

Please visit responsibly
Hugskotið er so deiliga einfalt: Orðingin, sum vit kenna frá rúsdrekka, ‘Please drink responsibly’, er lagað til at snúgva seg um Føroyar sum ferðavinnuland. Vit ynskja, at ferðafólk vita av, at nú koma tey heim til okkara at vitja, og her skal man vera umhugsin. Vit senda nøkur signal út, um hvat slag av ferðamáli hetta er.
Sendistovan hevur, saman við donsku Frame & Work, ment nýgga konseptið til Visit Faroe Islands. Tað fevnir um alt frá einum høvuðsfilmi, sum setur tónan, eina landingsíðu á visitfaroeislands.com, samskiftisleist á sosialu pallunum hjá Visit Faroe Islands, áminningar á skeltingini kring landið og móttøkuna á flogvøllinum – og meira er ávegis.
Hetta er bæði eitt átak, ein strategi og ein heildarætlan. Og tankagongdin er einføld. Ferðafólk vilja gera tað rætta, og vit skulu gera greitt júst hvat vit vænta av teimum.











