Átak
Kundi
Faroe Ship

Stór skip, alskyns bingjur og endaleysir hvítir treylarar. Vit síggja nógv til Faroe Ship í gerandisdegnum, men hugsa kanska ikki um hvussu stóran týdning Faroe Ship hevur fyri lívið í Føroyum.

Jimmi Hoffa, horvni fakfelagsbossurin, verður siteraður fyri at hava sagt “If you have it, it came on a truck.” Tað er tað sama í Føroyum. Um tú hevur tað, er tað helst komið við Faroe Ship.

Her er bingjan næstan gandakend. Hon er næstan eitt portur til og úr Føroyum. Fiskur fer inn, og appelsinir koma úr. Og alt annað, sum vit eru von við at hava her á landi. Verðin ER veruliga lítil við Faroe Ship.