

Gjøgnum árini hevur Bassi havt nøkur ymisk skap, sum sera nógv av okkum eru vaksin upp við. Fyrst hjá Føroya Sparikassa, síðani hjá Eik og nú hjá Betri Banka. Ikki óvæntað, so skuldi Bassi endurnýggjast. Tað skal alt viðhvørt, men nú skuldi hann passast til børn í tveytúsundogtjúgunum og frameftir.
Og vit fóru all-in. Hesuferð var ein avgerandi parametur at hann skuldi vera kjút. So kjút at øll smelta. Og tað riggaði. Frá at vera ein svartur lomvigi undir hatti og við turriklæði, er Bassi vorðin til ta elskuligastu lomvigapisuna, sum vit kláraðu at ímynda okkum.




No items found.

No items found.
No items found.
No items found.
No items found.
No items found.
No items found.
No items found.


