Spyrt tú okkum, skal gott design vera logiskt, estetiskt, minniligt og ektað. Lýkur tað hesar treytir, kann tað broyta uppfatanir, flyta mørk – og ikki minst: selja vørur. Her kanst tú læra meir um okkara fýra designmeginreglur.
Vit siga, at design er logiskt, tá ið móttakarin ikki setur spurningar til designið. Tað er har bara, og tað riggar. Men áðrenn tosast kann um "logiskt" design, má fyrst staðfestast, hvør uppgávan hjá designinum er. Her skal heildin dragast inn, eins og øll viðurskifti, sum ávirka upplivingina.
Tá ið teir gomlu grikkarnir settu formlig krøv til estetikk, tosaðu teir um heildarmynd, symmetri, samsvar millum litir o.a. Hesi krøv lúka vit á Sendistovuni, tí vit byggja á hesar somu súlur. Men vit fara eisini eitt stig víðari. Vit leita eftir imperfektiónum, skeivum litum, skeivum formum. Tá ið tað skurrar eitt lítið sindur, vakna vit, nervar okkara darra, og vit føla, at designið talar til okkara.
Óvæntað. Tað er tað, sum ger design minniligt. Tá ið designið ger okkurt, sum tú ikki hevði væntað. Tað skal festa seg. Men tú skalt vera vakin og trúgvur mótvegis tínum dømievnum. Stóla upp á tína intuitión, tína búkkenslu, tína undirbevístheit og tíni knívskørpu eygu. Tí tað óvæntaða kann koma, áðrenn tú varnast tað. Tað var t.d. rein tilvild, at heimsins fyrsti abstrakti málningur sá dagsins ljós. Listamálarin hevði av óvart vent málninginum øvut.
Kann grafiskt design nakrantíð vera ordiliga ektað og autentiskt? Tað kann tað í høvuðsheitum, ha? Ektað design snýr seg um trúvirði og er ein beinleiðis liður millum sendara og móttakara. Tað snýr seg um persónligheit. Tað er neyðugt, at persónligheitin hjá sendaranum ósvikaligt sæst aftur í designinum.