Support

Sendistovan veitir support í sambandi við heimasíður í dagtímunum allar gerandisdagar, vit royna at loysa allar fyrispurningar og fráboðanir skjótast tilber. Support verður fráboða á www.sendistovan.fo/support

Support umfatar ma.:

  • Ráðgeving og Innihaldsarbeiði.
  • Øll vegleiðing í umsiting av skipanum, umframt neyðuga fyrireiking.
  • Hjálp viðvíkjandi stovnan og uppsetan av maili ella trupulleikum við maili.
  • Umsiting av navnaøkjum og navnaservarum.
  • Útvegan av atgongd til skipanir/tænastur hjá øðrum veitara, ella annað arbeiði við 3. parts skipanum/tænastum.
  • Útvegan av tilfari.
  • Ráðgeving.
  • Arbeiði sum stendst av feili/trupulleika á egnari teldu ella á egnum neti.
  • Arbeiði sum stendst av feili/trupulleika hjá øðrum veitara.
  • Tillagingar í sambandi við nýggjar browsarar og/ella nýggja tøkni.

 

Feilir í skipan og hýsingarumhvørvi, sum eru umfataði av dagføringaravtalu, eru ikki at rokna sum support, og verða sjálvandi rættaðir ókeypis.

Supportkostnaður er Kr. 500 fyri hvønn ásettan hálvan tíma, sum arbeiðið tekur.

Útreiðslur sum koma frá øðrum veitara ísv. supportfyrispurningar, verða faktureraðar víðari til kundan.


Sendistovan veitir einans support uppá skipanir og arbeiðsøki ið vit hava professionellan førleika í. Í sambandi við aðrar KT trupulleikar, verður víst til supportina hjá Nema á www.nema.fo/support
 

HANS RAVNSFJALL
HANS RAVNSFJALL

RÁÐGEVI / CONSULTANT

+298 794 184 hra@sendistovan.fo

Skulu vit gera okkurt fyri teg?