Brand
Átak
Kundi
Tórshavnar kommuna

Innlandsísurin bráðnar, og skógareldar herja. Vit vita øll, at vit standa framman fyri eini avbjóðing. Men hóast tað verður tosað meira og meira um veðurlagsbroytingar, hvat verður so gjørt við tað? Kanska er tað ikki nokk við fakta og tølum?

Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu visti, at her mátti meira til enn so. Skulu vit førka okkum longri fram á mál, so má ein hugburðsbroyting til. Tí skipa tey fyri ráðstevnu á hvørjum ári, har ið endamálið er at fáa borgarar at fremja grøn orkuskifti og at gera børn og ung tilvitað um evnið. Heitið? Ósvart. Litpalettin? skríggjandi.