Brand
Talgilt
Kundi
Magistarafelagið

Um tú fert inn á magistarin.fo, so stendur allarniðast: Ein loysn frá Sendistovuni. Hetta stendur á øllum heimasíðum, sum vit hava designað. Hesaferð var tað Magistarafelagið, sum vildi hava nýtt design og nýggja heimasíðu, sum – um vit sjálv skulu siga tað – bleiv nokk so snøgg.

Búmerkið myndar í sínum einfeldni eitt fýrafaldað M, sum við íblástri úr rómverskum og kanska eisini klassiskum grikskum stíli gevur Magistarafelagnum eitt búgvið og væl grundað úttrykk.