Heimasíðuloysnir á altjóða stigi

Sendistovan umboðar Dynamicweb heimasíðuloysnir í Føroyum. Í samstarvi við Dynamicweb hevur Sendistovan ment heimasíður til hópin av fyritøkum og til fleiri aðalráð, felagsskapir og stovnar. E-handilsloysnir hava vit sanniliga eisini gjørt. Undir avrikum her á síðuni eru dømi um heimasíður, ið vit hava staðið fyri. 

 

Dynamicweb er størsti veitari av heimasíðuskipanum og e-handilsloysnum í Norðurlondum, og við fleiri enn 4.000 kundum er Dynamicweb ein skipan í støðugari menning. Við 70 forritarum gongur menningin sera skjótt, og út frá hugsjóninini um, at fleiri menna til fleiri, er møguleiki at veita eina tryggja skipan.

 

Dynamicweb Business er sterki motorurin í heimasíðuni. Saman við Sendistovuni verður tykkara tørvur greinaður, og síðan seta vit í felag saman eina loysn. Fyritøkur og stovnar eru líka ymisk, sum tey eru í tali, og heimasíðutørvurin er eisini ógvuliga ymiskur. Dynamicweb hevur yvir 60 standard heimasíðumodul og 20 e-handilsmodul. Hetta gevur tykkum høvið at fáa júst ta loysnina, ið hóskar til tykkara.

 

Tað er eisini ógvuliga lætt at seta modul inn í skipanina, og tískil sleppa tit undan at órógva dagliga raksturin. Tit kunnu sjálvandi keypa nýggj modul, so hvørt sum tørvur er á teimum. Á henda hátt tryggja tit tykkum eina skipan, ið ikki kostar meira enn neyðugt,

 
YouTube 

  

Facebook