|
Á Sendistovuni eru allir førleikar savnaðir á einum stað, og vit veita heildartænastur innan marknaðarráðgeving, sniðgeving, samskifti, marknaðarføring, heimasíður, livandi lýsingar, prentuppgávur, skeltaframleiðslu, básar og innan- og uttandura lýsingamiðlar.
Laboremus in passio
Eins og sendistovur úti í heimi hevur Sendistovan ein vápnaskjøldur. Hann tekur støði í lundanevinum, sum í formi og mynstri myndar ein natúrligan og vakran skjøldur, prýddur við føroyskum berjalyngi. Undir skjøldrinum standa orðini Laboremus in passio – lat okkum arbeiða við eldhuga – ið er ein týðandi partur av virðisgrundarlagnum hjá Sendistovuni.
Sendistovan er partur av NEMA, ið veitir fullfíggjaðar tænastur innan KST, skrivstovur og samskifti til føroyska vinnulívið.
|