Pakkasnið

Pakkasnið

Hetta hava vit gjørt
Vakrari Hvíta, Súrgað og Blak
Súrgað, Blak og Hvíta - tríggir klassikarar frá MBM - e...
Vaska føroyskt
Vaska er nýggja og beinrakna navnið á sápu frá Kemilux....
Snið ger muuun ...

MBM hevur seinastu tíðina sent eina røð av vørum á marknaðin í nýggjum og lekrum búna. Rómi hevur fingið nýtt snið og tvær spildurnýggjar vørur - Ísbland og Kavablak - hava sæð dagsins ljós. Vørurnar hjá MBM eru millum mest seldu og mest sjónligu vørurnar á føroyska marknaðinum og teirra snið, tekstur og útsjónd eru sostatt ein natúrligur partur av okkara gerandisdegi.

Sendistovan hevur staðið fyri sniðgeving av teimum flestu vørunum hjá MBM, harímillum Mjólk, Lættijogurt, Róma, Ísbland, Summarskál, Kavablak, Vaniljukrem, Skúlamjólk og PopTop.

MBM hevur miðvíst valt at geva sínum vørum vakurt og funktionelt snið, sum avspeglar innihald og góðsku í vørunum. Okkara royndir vísa greitt, at snið og endurnýggjan av sniði hava beinleiðis positiva ávirkan á sølutølini.

Vit kunnu sostatt staðfesta, at snið og marknaðarføring gera muuun...

Sí kavablak her

Sí lættijogurt her

...
Lættari lættijogurt
MBM kemur nú á marknaðin við nýggjum pakkum av lættijogurti, ið undirstrika ta frískligu vøruna. Samstundis kemur ein sukurløtt útgáva av lættijogurti við sólber- og tranabersmakki, eins og vit kenna frá Sopa.

Nýggja sniðið er formað soleiðis, at myndin fyllir mest og stendur ovarlaga á pakkanum, og høvuðsheitið stendur niðari á. Eitt sindur ótaditionelt, men tilvitað fyri at fanga eygað við myndini. Tó er orðið lættijogurt sett ovast sum eitt frámerki, so at brúkarin beinanvegin sær, hvat er í pakkanum.

Liturin er ein málaður arty-stílur og útstrálar tað frískliga við vøruni, og hvíta bakgrundin styrkir um reinleikan. Skriftin er mjúk og feminin og vísir til bleytu virðini hjá málbólkinum.

Við nýggju vøruni hevur MBM styrkt sína vøruskrá, so at hon svarar til samtíðartørvin hjá brúkarunum. Vit ynskja MBM og mungandi føroyingum til lukku við frískligu vøruni.

Vitja heimasíðuna hjá MBM
...
Summarið kom við MBM
Ein várligan 1. mai heilsaði Meginfelag Búnaðarmanna su...
Vælkomin við Vodafone
– ferðandi til Føroya verða boðin vælkomin av Vodafone....
SMS fingið nýggjan samleika
SMS er seinasta árið farið ígjøgnum umfatandi broytinga...
MBM í jólahýri
Í hesum døgum eru pakkarnir við Lættimjólk latnir í jól...