har tú ert
Sendistovan hevur seinastu árini givið út ókeypis lummakortið Tórshavn City Map. Nú kanst tú eisini fáa kortið á tína iPhone.
Við Tórshavn City App fært tú møguleikarnar í høvuðsstaðnum beint í lumman. Her kunnu handlar, matstovur, Bussleiðin, fyriskiparar og aðrir aktørar bjóða seg fram fyri ferðafólki og borgarum.
Á tann hátt gerst Tórshavn City App ein lummakunningarstova, ið kann vísa tær á bestu støðini, tá tú fert at shoppa ella fært tær eitt hugnakvøld í Havn. Bussleiðirnar hjá Tórshavnar Kommunu verða eisini vístar á korti í mun til, hvar tú sjálvur er staddur, og sum vanlig tíðartalva.
Tórshavn City App er ókeypis og kann heintast á App Store. Í fyrsta umfari er forritið bert tøkt til iPhone, men verður eftir ætlan seinni eisini ment til Android.
Tað er Sendistovan, sum mennir og umsitir Tórshavn City App.
Heinta Tórshavn City App





