Biolýsingar

Biolýsingar

Hetta gera vit
Lýs í myrkri

Ein biograftúrur snýr seg ikki bert um at síggja ein film. Hann snýr seg eisini um at kunna taka sær av løttum saman við maka, vinum ella familju, og at lata seg tøla av tí serliga dáminum, ið er í biografmyrkrinum. Hetta gevur lýsarum nakrar einastandandi fyrimunir.


Tá ljósið verður sløkt, økist spenningurin. Onki forstýrar hyggjaran, ið tí er púra til staðar við opnum sinni. Tað er óivað ein av grundunum til, at lýsingar í biografinum hava tríggjar ferðir so stóra ávirkan sum sjónvarpslýsingar, ífylgi danskari kanning.

 

Havnar Bio hevur millum 80.000 og 90.000 vitjanir um árið. Flestu biografgangarar eru millum 15 og 25 ár – ein aldursbólkur, ið nýtir nógvan pening til móta, ferðing, upplivingar og aðrar luksusvørur, primert til tín sjálvs, av tí at tey hava vanliga ikki so stórar fastar útreiðslur.

Sendistovan umboðar teg og tínar lýsingar í biografinum. Tú kanst enntá snikka tínar lýsingar soleiðis til, at tær serliga verða lýstar til ávísar filmar, ið hóska til tín málbólk. Soleiðis fært tú mest burtur úr tínari lýsing í biografinum.

Ert tú kundi hjá aðrari lýsingastovu, men ynskir at fáa tína lýsing í biografin, so heita vit á teg um at taka eitt prát við tín kundaráðgeva. Sendistovan tekur fegin móti lýsingum frá øðrum lýsingastovum.
Fá samband

Páll Rói Poulsen

Miðlasamskipari


D: +298 347 171
M: +298 794 171
prp@sendistovan.fo