Bøkur & prent

Bøkur & prent

Hetta hava vit gjørt
Back to basics við Oddvør
Í august gav Oddvør Skarðhamar út fjórðu bók sína við m...
Tórshavn - Býur og býarbørn
Í 1910 innrættaði Dia Bø landsins fyrsta biograf í Tórsgøtu. Havnarfólk skuldu hava undirhald, og filmsapparatið bleiv vundið við hond.

Hesa og hundrað aðrar søgur fortelur Birgar Johannesen okkum í nýggjastu bókini um Havnina og hennara børn. Við seinastu bókini kenna vit brot úr lívinum hjá stórt 500 havnarfólkum frá aldarskiftinum og ellivu ár fram. Hesa ferð fevnir frásøgnin um árini 1906–1910, og um samtíðina skrivar Birgar millum annað soleiðis:

”Sum vit førka okkum longri fram á leiðini, er menningin í samfelagnum sjónligari. Børnini – havnaborgararnir – hava ein longri søgutráð. Ræsurnar gerast rúmligari og avbjóðingarnar størri, so hvørt sum samfelagið tekur seg fram.

Men lagnurnar hetta 11 ára skeiðið eru umskiftiligar. Her eru sólskinssøgur og sárar lagnur. Onkur sleit fullan aldur, onnur máttu lúta, áðrenn lívið av álvara tók við. Her eru umrødd skipbrot, tuberklar og aðrar lívshóttandi sjúkur, ið merktu nógv hesa tíðina.

Bókin staðfestir samleikan hjá býarbørnunum í Havn, teirra æviskeið og lívsgerning við myndum, har tað hevur borið til at útvega tær. Talan er um føroyingar, okkara medborgarar, og hvussu teirra lívsumstøður háttaðu seg.

Eins og í undanfarnu bókunum er tað Sendistovan, ið hevur sett upp og framleitt bókina. Tórshavn – Býur og býarbørn 1906-1910, er givin út á egnum forlagi og fæst í bókhandlum.

Vit ynskja Birgari bestu eydnu við útgávuni og forvitnisligu søguni um Havnina og børn hennara.
...
Søgan um indianararnar
At festa Hans Holm á pappír er ógjørligt. Til tess dugir maðurin ov væl at fortelja. Ikki at festa Hans Holm á pappír og lata ríkidømi mansins fara fyri skeytið, er ófyrigeviligt.
 
Tíbetur hava vit Sonna Smith.
 
Enn eina ferð hevur hann givið út bók við hugtakandi søgunum hjá Hansi, ið ríkaði so mangan í útvarpinum við síni ótrúligu vitan og meistarliga frásagnarkynstri.
 
Í fjør var tað søgan um jødarnar, hesa ferð hevur Sonne givið út søguna um indianararnar.
 
Við henni fáa vit einasta føroyska skjalfesta tilfar um ta ómetaliga hugtakandi og tíðum syrgiligu søguna um indianararnar, heilt frá landnámi teirra úr Asia til Amerika og til landtøkuna hjá hvíta manninum.
 
Tað er Sendistovan, sum hevur sniðgivið og sett upp bókina, eins og vit hava veitt málsliga ráðgeving í sambandi við arbeiðið.

Hósdagin 1. desember var almenn móttøka á Sendistovuni í sambandi við útgávuna, har høvundurin greiddi frá spennandi arbeiði sínum, og har fólk fekk høvi at fáa eitt signerað eintak av bókini.

Til lukku, Sonne, og takk fyri verkið.
...
Eiga leiða jólamann: Raska í jólalag

Raska er røsk at syngja og skapar jól við beati í. Tað ger hon við sanginum Eiga leiða jólamann, sum er partur av stuttligu Røskubókini, sum júst er útkomin.

Eiga leiða jólamann er eitt fitt lag til fitt børn, og við glaðum hendingum og vendingum skapar tað rútmur í samveruni millum børn og vaksin – nett sum Røskubøkurnar sjálvar.

Lagið er klassiskt við einføldum ding-dongum og tónaprýði, skapt út frá samanhangandi melodiskum reglum, so at tað er beint fram at spæla og syngja.

Tað eru Sjúrður Gullbein og Rókur Jákupsson Jakobsen, sum hava yrkt og lagað sangin. Finnur Hansen og Rókur Jákupsson Jakobsen hava arrangerað, og fitt børn syngja.

Yrking og besiffringar standa í Røskubókini, sum fæst í matvøruhandlum.

 

Til ber eisini at heinta sangin her.



...
Enn eitt væleydnað Travel Mart

Fjórða hvørt ár er ferðavinnustevnan Vestnorden Travel Mart í Føroyum. Báðar tær seinastu ferðirnar hava Reproz og Sendistovan framleitt úthendi, innbjóðing og annað – og soleiðis var aftur í ár.

Hetta er altíð spennandi uppgáva, tí samleikin hjá stevnuni er ikki bundin, men verður sniðgivin frá ferð til ferð. Fokus skal vera á luttakandi londunum, t.e. Føroyum, Grønlandi og Íslandi, tó at størsti dentur verður lagdur á vertslandið.

Sum nakað nýtt fingu vit í ár eisini møguleikan at standa fyri sjálvari uppsetingini við básagerð og tí, sum til tað hoyrir.

Vestnorden Travel Mart 2011 eydnaðist sera væl. Greengate Incoming og Sendistovan eru fegin um samstarvið og úrslitið, og vit gleða okkum til, at ráðstevnan kemur aftur til Føroya.

Sendistovan ynskir øllum luttakarunum góða eydnu.

Les meira um expo frá Dekodeildini her

...
So ferðast vit aftur í egnum landi
Seinastu trý árini hava Uttanríkisráðið og Kunningarsto...
Raska – fittar søgur til fitt børn
Við orðum og tekningum kunnu føroysk børn nú uppliva st...
Sandavágs sókn undir skurð
Hvør ætt og hvør rætt, hvørt hús og hvørt ból, hvør trø...
Tórshavn – Býur og býarbørn
Onnur bókini í røðini um Tórshavn og býarbørnini hjá Bi...
Søgan um jødarnar
Í sambandi við bókaútgávuna "Søgan um jødarnar" verður ...
Nýtt tilboðsblað frá Berglon
Í sambandi við trý ára føðingardagin hjá Berglon 30. ap...
Høvuðsstaðurin savnar framtíðina
Næsta skúlaár fara allir 10. floksnæmingar í Tórshavnar...