Hetta er ein heiður, ið vit á Sendistovuni eru sera errin av at hava fingið. Líka síðan Brúkaraumboðið varð sett á stovn, hava vit arbeitt miðvíst saman við Brúkaraumboðnum fyri at tryggja, at alt tað samskifti, ið vit hjálpa okkara kundum við, er sambært marknaðarføringslógini og góðum marknaðarføringarsiði. Hesin heiður vísir, at hetta arbeiði verður virðismett, ikki einans av okkara kundum, men eisini av Brúkaraumboðnum.
Grundgevingarnar hjá Brúkaraumboðnum, Andrassi Holm Arge, fyri at Sendistovan fær Prísin fyri 2012, eru fylgjandi:
"At Sendistovan í virksemi sínum hevur lagt stóra áherðslu á at halda lógina um góðan marknaðarføringarsið. Lýsingarfyritøkur hava eina serliga medábyrgd og leiklut í samvinnu síni við vinnurekandi, tá ið lýsingar- og marknaðarátøk verða fyrireikað. Í hesum sambandi hava leiðlsa og starvsfólk á Sendistovuni mangan sent ætlað marknaðarátøk til forhandarmeting hjá Brúkaraumboðnum, fyri at halda lógina um góðan marknaðarføringarsið."
Niels Arge Galán, kreativur stjóri á Sendistovuni, tók ímóti Prísinum vegna Sendistovuna. Hann legði dent á, at vit sum fyritøka altíð royna at halda góðan marknaðarføringssið, tí gera vit ikki tað, so lúgva vit fyri móttakaranum, og tað kann ongantíð vera skilagott fyri okkara kundar.
Endamálið við Prísinum er at varpa ljós á týdningin av brúkaravernd, prísgjøgnumskygni og sum heild góðan marknaðarføringarsið. Hetta er triðju ferð Brúkaraumboðið, ið hevur virkað síðani 1. apríl í 2009, letur Prísin.
Vit á Sendistovuni er sera glað og errin fyri heiðurin, ið gevur okkum enn størri áræði, at halda áfram við miðvísa arbeiðinum fyri at vit og okkara kundar altíð halda góðan marknaðarføringssið, føroyska brúkaranum at frama.
Vís tíðindi
Vís tíðindi
Sendistovan fekk Brúkaraprísin
Á móttøku í Listaskálanum seinnapartin í dag handaði Brúkaraumboðið ársins Brúkaraprís til Sendistovuna.
Fleiri tíðindi
17. mai 2013
16. mai 2013
15. mai 2013
6. mars 2013
2. januar 2013
19. desember 2012
18. desember 2012
7. september 2012
20. august 2012
13. august 2012


