Vinnulívsportalurin industry.fo er latin í nýggjan ham. Talan er fyrst og fremst um uppfrískan av sniðnum, har forsíðan er lagað til týdningarmikla leiklutin hjá Vinnuhúsinum, sum alsamt størri aktørur í vinnulívskjakinum.
Fyri 4 árum síðan varð nýggja heimasíðan hjá Vinnuhúsinum sjósett, ein heimasíða við tí endamáli at geva betri atgongd til tilfar og kunning frá Vinnuhúsinum.
Við alsamt fleiri vitjandi hevur Vinnuhúsið, umvegis heimasíðuna og sínum vikuliga tíðindabrævi, megnað at sett dagsskránna í føroyskum vinnulívskjaki.
Greiði bygnaðurin og stóra mongdin av kunning eru absoluttar styrkir og hava gjørt heimasíðuna til ein góðan viðleikara hjá vinnuni. Tí eru bygnaðurin og innihald annars varðveitt á nýggju útgávuni av industry.fo, meðan inngongdirnar eru vorðnar heldur greiðari.
Tá industry.fo varð gjørd í 2008, gjørdi Sendistovan brúkarakanningar, fyri at tryggja, at síðan livdi upp til tørvin hjá málbólkinum. At hesar kanningar eydnaðust væl er ein sannroynd, ið hagtølini fyri vitjanir á síðuni vísa.
Upprunaliga útgávan fekk eisini góð skoðsmál og Ummælarin hjá Vinnuvitan skýrdi hana sum innihaldsliga bestu vinnuligu heimasíðu í landinum:
“Bygnaðarliga er síðan býtt upp í seks ymiskar bólkar, ið vitjandi hava atgongd til umvegis høvuðsskránna ovast. Hvør bólkur hevur so fleiri undirskráir. Henda bólking virkar væl og er skjót og løtt at finna útav. ”
Eisini sniðið fekk rósandi orð, sum verandi væl úr hondum greitt, traditionelt og við einum nýmótans dámi. Niðurstøðan er jalig: “...hóast broytingarnar á heimasíðuni ikki eru nóg umfatandi til at vinna heiðurslønir, so tykist alt at vera væl umhugsað og væl úr hondum greitt. Stutt sagt: Ein góð heimasíða, sum er vorðin betri."
Tað skal vera okkara vón her á Sendistovuni, at Vinnuhúsið og mongu brúkararnir hava fingið eina uppaftur betri heimasíðu.
Vitja nýggju síðuna her






