Deko
Deko

Bildeko
Bilar eru ideellir at lýsa á, tí teir síggjast í býnum og um alt landið. Teir flyta seg, samstundis sum tú flytur teg, og røkkur tí víða.
Vit hava drúgvar royndir at prýða bilar og hava bestu útgerðina til at skera foliu og seta hana á – antin talan er um heildekorering, búmerki ella annað, sum tykkum tørvar.
Vit hava drúgvar royndir at prýða bilar og hava bestu útgerðina til at skera foliu og seta hana á – antin talan er um heildekorering, búmerki ella annað, sum tykkum tørvar.
Sólfilmur
Sólfilmur er hentur, tá ið ein skal verja fyri sólini og verður ofta brúktur í handlum at verja vørur í sýnisgluggum. Tað er ein sannroynd, at nógvi sólarhitin er ikki góður fyri vørurnar, og tað er júst her, at sólfilmur kann hjálpa. Eisini verður sólfilmur ofta koyrdur á bakrútar á bilum.
Glasdeko
Í dag er vanligt at innrætta høli við glasveggjum, og tí verður nógv gjørt burturúr at prýða glasflaturnar. Vit skera foliu út til prýði og montera hana á glasið. Okkara royndir á økinum hjálpa okkum eisini at meta um, hvørt eitt hugskot er gott, ella um annar leistur er neyðugur.
Veggjadeko
Ein vakur veggur kann gera rúmið og skrivstovuna munandi meira innbjóðandi, og vit hava røttu vitanina og útgerðina til at framleiða júst tykkara loysn. Hugflogið er einasta avmarkingin, og fyri okkum er ongin uppgáva ov lítil, og ongin ov stór.



