Heimasíður

Heimasíður

Hetta gera vit
Dynamic Web

Sendistovan umboðar Dynamicweb heimasíðuloysnir í Føroyum. Í samstarvi við Dynamicweb hevur Sendistovan ment heimasíður til hópin av fyritøkum og til fleiri aðalráð, felagsskapir og stovnar. E-handilsloysnir gerast eisini alsamt fleiri av. Undir avrikum her á síðuni eru dømi um heimasíður, ið vit hava staðið fyri. 

 
Dynamicweb er størsti veitari av heimasíðuskipanum og e-handilsloysnum í Norðurlondum, og við fleiri enn 4.000 kundum er Dynamicweb ein skipan í støðugari menning. Við einari stórari menningardeild gongur menningin sera skjótt, og út frá hugsjóninini um, at fleiri menna til fleiri, er møguleiki at veita eina trygga skipan.
 
Dynamicweb Business er sterki motorurin í heimasíðuni. Saman við Sendistovuni verður tykkara tørvur greinaður, og síðan seta vit í felag saman eina loysn, ið er røtt til júst tykkum. Fyritøkur og stovnar eru líka ymisk, sum tey eru í tali, og heimasíðutørvurin er eisini ógvuliga ymiskur. Dynamicweb finst í stórum, sum lítlum útgávum og hevur hópin av standard heimasíðumodulum og e-handilsmodulum. Hetta gevur tykkum høvið at fáa júst ta loysnina, ið hóskar til tykkara, hvørki bíligari ella dýrari enn neyðugt er.
 
Tað er eisini ógvuliga lætt at seta modul inn í skipanina, og tískil sleppa tit undan at órógva dagliga raksturin, um skipanin seinni skal mennast við nýggjum hentleikum. Tit kunnu sjálvandi keypa nýggj modul, so hvørt sum tørvur er á teimum. Á henda hátt tryggja tit tykkum eina skipan, ið ikki kostar meira enn neyðugt.



Lat okkum taka eitt prát

Vit vilja fegin ráðgeva tykkum um, hvør besta loysnin er fyri tykkum. Vit eru somuleiðis áhugað at hoyra um, hvørjar tykkara ætlanir eru á alnetinum, og hvussu vit møguliga kunnu hjálpa tykkum at fullføra tær. Setið tykkum í samband við Niels Una Dam, nud@sendistovan.fo, ella Hans Ravnsfjall, hra@sendistovan.fo, fyri at fáa í lag ein fund.
Fá samband

Niels Uni Dam

Online ráðgevi


D: +298 347 177
M: +298 794 177
nud@sendistovan.fo