Deko
Deko

Dekodeildin dugir alt
Vilt tú hava firmabilin prýddan ella pakkaðan inn í foliu? Vilt tú hava eina snøgga og sjónliga skeltaloysn til skrivstovuna? Vilt tú hava glas og veggir prýddar innan sum uttan? Ella skalt tú á messu og vilt hava eina fullfíggjaða básaloysn til høvið?
Dekodeildin á Sendistovuni hevur serførleikar innan skelting, bildeko, stórprent, glasprýði, innrætting, messutilfar og mangt, mangt annað. Ongin uppgáva er ov stór ella ov lítil. Dekodeildin dugir alt.
Tú kanst taka niður okkara snøgga faldara her
Útgerðin

Dekodeildin hevur landsins bestu umstøður til framleiðslu av dekoloysnum. Vit hava til dømis tveir stórar prentarar, ið prenta upp til 160 cm breidd, ikki minni enn tveir cuttarar, ið skera allar hugsandi formar í foliu, ein stóran rollara, sum ger tað lætt at leggja foliu á skeltir, umframt alla aðra neyðuga útgerð til at fremja tykkara ynski í verki.



