Bøkur og prent

Bøkur og prent

Hetta gera vit
Ráðgeving og handverk í hásæti

Hóast verðin verður meiri og meiri talgild, er prentaði miðilin framvegis ein týðandi partur av samskiftinum og andlitinum hjá fyritøkum og stovnum. Við ráðgeving og handverki veita vit bestu tænastu og lata vakrastu prentlutir úr hondum.


Við útbúgving og meiri enn 30 ára starvsroyndum innan grafiska yrkið, kunnu Torkil Johannesen og Eyðun Miðberg ráðgeva, samskipa, projektleiða, sniðgeva, uppseta og prentumsita allar grafiskar uppgávur.

Síðani mitt í 90'unum, hava Torkil og Eyðun samstarvað innan grafiska yrkið. Hetta tætta samstarvið teirra millum ger, at teir klára eina hvørja grafiska uppgávu.

Tú fært røttu ráðgevingina og tær nýtist einans at geva teimum tilfar, so orðna teir restina. Tilfarið verður sniðgivið, umbrotið, gjørt til aktivan pdf, prentklárt, prentað og leverað, alt eftir hvat tað skal brúkast til, soleiðis at tað ikki er neyðugt at fara fleiri staðni við projektinum.

Eru tað bøkur, ársfrágreiðingar, prospektir, faldarar, bóklingar, visitkort ella okkurt heilt annað, taka vit á Sendistovuni okkum fegin av tí.
Fá samband

Torkil Johannesen

Ráðgevi


D: +298 347 160
M: +298 794 160
tjo@sendistovan.fo