Miðlar

Miðlar

Hetta gera vit
 
Ráðgeving og úrval

Við okkara miðlatænastu vilja vit tryggja okkara kundum stórst møguliga effekt av samlaðu íløguni í teirra marknaðarføring.


Eins týdningarmikið, sum at produkt, málbólkar, boðskapir og kreativ hugskot eru gjølla umhugsað og væl framleidd, er valið av teimum miðlum, sum skulu bera boðskapin og tryggja effektina av átakinum. 

Sendistovan hevur seinastu árini miðvíst styrkt sinar førleikar og samanseting av miðlaútboði, so vit í dag kunnu bjóða okkara kundum bestu ráðgeving, breiðasta úrval og bestu prísir innan miðlar og miðlaplanlegging.

Vit syrgja fyri øllum lutum innan miðlaumsiting og miðlaplanlegging. Vit leggja miðlastrategi, innkeypa miðlapláss vegna okkara kundar, innrykkja í avtalaðar miðlar og tryggja eftirfylgjandi eftirlit við lýsingum, uppfylging og eftirmeting.

Fyri kundarnar merkir tað, at alt miðlakeyp og øll miðlaumsiting verður gjørd á einum stað og at tit sleppa undan tíðarkrevjandi umsiting, eftirliti og innkeypi. Harafturat veita vit eitt greitt, grafiskt yvirlit yvir tykkara eksponering og keyp av miðlum.
Fá samband

Páll Rói Poulsen

Miðlasamskipari


D: +298 347 171
M: +298 794 171
prp@sendistovan.fo