Online
Online

Sendistovan Online
Alsamt størri partur av samskiftinum hjá fyritøkum fer fram umvegis netið og abjóðingin at røkka kundunum gerst størri dag frá degi. Tað er í dag ein avgerandi kappingarfyrimunur at duga at síggja og gagnnýta møguleikarnar á netinum.
Sendistovan er heildarveitari innan online-loysnir, um tað veri seg heimasíður, e-handlar, mailmarknaðarføring, apps, flash, leitimaskinuoptimering, onlinelýsingar og sosialar miðlar, so sum facebook og mangt annað.
Á onlinedeildini eru 6 fólk, ið burturav fáast við alnetið. Vit hava drúgvar royndir við at gera samskiftisloysnir til alnetið og arbeiða støðugt við menning og ráðgeving í sambandi við online samskifti hjá okkara kundum. Longu nú umista vit útivið hálvtannaðhundra heimasíður, ið vit hava veitt okkara kundum, og alsamt fleiri leggjast afturat.
Á onlinedeildini hjá Sendistovuni arbeiða ráðgevar, sum vita nógv um at gera heimasíðuna nýtsluvinaliga, sum duga at fáast við netstrategiir, og sum kenna møguleikarnar í teimum sosialu miðlunum.
Forritararnir á onlinedeildini eru millum fremstu í landinum, og hava drúgvar royndir við at forrita til alnetið og sameina skipanir. Sniðgevarnir á deildini hava fingist við sítt yrki í nógv ár, og teir duga serliga væl at sniðgeva til miðlar á netinum.



