Ráðgeving
Ráðgeving

Kann tað hugsast, at tú kundi økt um tína sølu við eini meiri málrættaðari marknaðarføring? Ella at tín vøra ella tænasta kundi verið lagað betri til tørvin hjá kundunum?
Á Sendistovuni kunnu vit veita tær holla ráðgeving og vísa á, hvøjar bestu loysnirnar eru til júst tínar avbjóðingar. Ráðgevarnir á Sendistovuni hava bæði útbúgvingar, royndir og innlit í samskifti, marknaðir og kundar, sum krevst tá tú skal varpa ljós á eitthvørt. Ráðgevin er fyrsta liðið, tá ið tú fert undir eitthvørt átak og hevur ábyrgd av at føra tykkum trygt á mál.
Á Sendistovuni arbeiða vit dagliga við at granska tykkara marknaðir og kundar, og kunnu tí veita viðkomandi ráðgeving, tá tað snýr seg um at eyðmerkja og gagnnýta júst tykkara marknað. Vit arbeiða við vísindaligum greiningum fyri at finna fram til tey áhugaverdastu segmentini, og kunnu á tann hátt veita tær optimala ráðgeving, sum gevur tær enn betri atgongd til marknaðin.
VIt eru fús at hjálpa tær við hollari ráðgeving, tá ið umræður brandstrategi. Vit hava drúgvar royndir, har vit saman við okkara kundum hava ment brand teirra mótvegis einari greiðari og gjøllari strategi, sum tænir endamálinum og søluni hjá fyritøkuni.
Hetta fyri at optimera orkuna, sum verður løgd í brandmenningina hjá fyritøkuni, og fyri at geva kundunum hjá okkara kundum eina enn betri fatan av, hvat ið fyritøkan veitir og stendur fyri.



