eitt betri
MBM hevur seinastu tíðina sent eina røð av vørum á marknaðin í nýggjum og lekrum búna. Rómi hevur fingið nýtt snið og tvær spildurnýggjar vørur - Ísbland og Kavablak - hava sæð dagsins ljós. Vørurnar hjá MBM eru millum mest seldu og mest sjónligu vørurnar á føroyska marknaðinum og teirra snið, tekstur og útsjónd eru sostatt ein natúrligur partur av okkara gerandisdegi.
Sendistovan hevur staðið fyri sniðgeving av teimum flestu vørunum hjá MBM, harímillum Mjólk, Lættijogurt, Róma, Ísbland, Summarskál, Kavablak, Vaniljukrem, Skúlamjólk og PopTop.
MBM hevur miðvíst valt at geva sínum vørum vakurt og funktionelt snið, sum avspeglar innihald og góðsku í vørunum. Okkara royndir vísa greitt, at snið og endurnýggjan av sniði hava beinleiðis positiva ávirkan á sølutølini.
Vit kunnu sostatt staðfesta, at snið og marknaðarføring gera muuun...
Sí kavablak her
Sí lættijogurt her
Síðst í mai varð nýggi samleikin lagdur fyri starvsfólk og politikarar, og nú, nýggja skúlaárið er byrjað, er hann tikin í nýtslu. Samleikin er sniðgivin við støði í tí søguliga, geografiska og bygnaðarliga hjá stovninum, t.d. visiónum og virðum: álítandi, opin, nærverandi og forvitin.
Búmerkið er ein sterkur grafiskur formur, men er samstundis lætt og opið, og organiski formurin er grundfestur í gamla búmerkinum. Lyftið hjá Setrinum: Vitan er pallurin, forvitni er drívmegin, er sterkt og stuðlar væl undir visión og missión.
Sendistovan ynskir Setrinum til lukku við samleikanum. Samstundis ynskja vit nýggja rektaranum, Sigurði í Jákupsstovu, blíðan byr í starvinum.
...














