Heimasíður

Heimasíður

Hetta hava vit gjørt
Eitt portur til Føroyar
Sendistovan hevur saman við uttanríkistænastuni hjá Løg...
Vælkomin á Heimasta Horn
Í oktober í 2012 varð aftur klárt at seta Heimasta Horn...
Autoservice.fo
har tú ert
Autoservice.fo er latin í nýggjan, snøggan og nútíðarhó...
Linsuhandil til Føroya fólk
Tað er ikki longur so trupult at keypa kontaktlinsur á ...
Viljin vildi vera við
Viljin Tours skipar fyri túrum til gongu og í báti í No...
Nýggjan búna til vinnuna

Vinnulívsportalurin industry.fo er latin í nýggjan ham. Talan er fyrst og fremst um uppfrískan av sniðnum, har forsíðan er lagað til týdningarmikla leiklutin hjá Vinnuhúsinum, sum alsamt størri aktørur í vinnulívskjakinum.

 

Fyri 4 árum síðan varð nýggja heimasíðan hjá Vinnuhúsinum sjósett, ein heimasíða við tí endamáli at geva betri atgongd til tilfar og kunning frá Vinnuhúsinum.

 

Við alsamt fleiri vitjandi hevur Vinnuhúsið, umvegis heimasíðuna og sínum vikuliga tíðindabrævi, megnað at sett dagsskránna í føroyskum vinnulívskjaki.

 

Greiði bygnaðurin og stóra mongdin av kunning eru absoluttar styrkir og hava gjørt heimasíðuna til ein góðan viðleikara hjá vinnuni. Tí eru bygnaðurin og innihald annars varðveitt á nýggju útgávuni av industry.fo, meðan inngongdirnar eru vorðnar heldur greiðari.

 

Tá industry.fo varð gjørd í 2008, gjørdi Sendistovan brúkarakanningar, fyri at tryggja, at síðan livdi upp til tørvin hjá málbólkinum. At hesar kanningar eydnaðust væl er ein sannroynd, ið hagtølini fyri vitjanir á síðuni vísa.

 

Upprunaliga útgávan fekk eisini góð skoðsmál og Ummælarin hjá Vinnuvitan skýrdi hana sum innihaldsliga bestu vinnuligu heimasíðu í landinum:

 

“Bygnaðarliga er síðan býtt upp í seks ymiskar bólkar, ið vitjandi hava atgongd til umvegis høvuðsskránna ovast. Hvør bólkur hevur so fleiri undirskráir. Henda bólking virkar væl og er skjót og løtt at finna útav. ”

 

Eisini sniðið fekk rósandi orð, sum verandi væl úr hondum greitt, traditionelt og við einum nýmótans dámi. Niðurstøðan er jalig: “...hóast broytingarnar á heimasíðuni ikki eru nóg umfatandi til at vinna heiðurslønir, so tykist alt at vera væl umhugsað og væl úr hondum greitt. Stutt sagt: Ein góð heimasíða, sum er vorðin betri."

 

Tað skal vera okkara vón her á Sendistovuni, at Vinnuhúsið og mongu brúkararnir hava fingið eina uppaftur betri heimasíðu.


Vitja nýggju síðuna her

...
Nýggj heimasíða til TTS.
Einfalt og væl gjørt....
En ny bank, du allerede kender
Amagerbanken eitur nú BankNordik...
FSF nýggja heimasíðu
Alt um føroyskan fótbólt á einum stað....
LBF - Góðska til dygdarveitara

Tá LBF skuldi hava nýggja heimasíðu, hugdi verkfrøðingafyritøkan yvir um vegin til grannarnar Sendistovuna. Báðar fyritøkur liggja í kreativa umhvørvinum her úti í Grønlandi, og báðar fyritøkurnar leggja dent á góðsku og elska spennandi avbjóðingar, tí var hetta eitt samstarv, ið fyri okkum á Sendistovuni var upplagt.

Tað er sanniliga ein avbjóðing at gera eina heimasíðu, ið letur virksemið hjá LBF koma til sín rætt. LBF hevur ein virknan leiklut í teimum størstu og mest spennandi verkætlanunum í Føroyum og hevur havt tað síðan fyritøkan varð stovnað 1. apríl 1964.

 

Tí var beinanvegin greitt at verkætlanarparturin av heimasíðuni skuldi fáa gott pláss, og til hetta kravdust góðar myndir. Her var Sendistovan vælstillað, við at hava Ditte, ið umframt grafiska ástøðið eisini hevði nomið sær útbúgving innan listamyndatøku, og fingu myndirnar ein stóran leiklut á heimasíðuni. Í felag funnu Ditte og LBF motiv, ið kundu lýsa verkfrøðina og virkið hjá LBF, og samstundis geva heimasíðuni ein vakran dám. Ditte hevur her verið runt í landinum og tikið myndir av nøkrum av teimum støðunum har, LBF ger seg galdandi, m.a. støðum vit annars ikki síggja, sum undri Norðoyatunnlinum og í Eiði 2 tunnlunum.


LBF hevur víðkað sítt virksemi til at umfata ráðgeving um inniklima. Hetta er eitt økið, ið alsamt størri fokus er á, og tí er eftirspurningurin eftir dygdargóðari ráðgeving eisini stórur. Í sambandi við at nýggja heimasíðan varð gjørd, valdi LBF at seta fokus á hetta økið við at gera eina serstaka inniklima heimasíðu. Á inniklima.fo liggur síðan, sum í sniðið er lík lbf.fo, men í innihaldið lýsir spurningar og ivamál um inniklima. Heimasíðurnar eru atknýttar í somu skipan, og lætt er tí at klikkja seg ímillum síðurnar báðar.


Vitja lbf.fo ella inniklima.fo


...
Brúka minni
Sev hevur stórar avbjóðingar fyri framman, tí við vaksa...
Manntal í myndum
Í sambandi við stóru fólkateljingina heitti Manntal á f...