Um okkum

Um okkum

Um okkum
Okkara missión

Á Sendistovuni hava vit eina ótroyttiliga trúgv upp á, at professionelt samskifti er lívsneyðugt fyri eina og hvørja fyritøku, ið ynskir sær nøgdar kundar, vøkstur, kappingarføri - ella bara at vera til í morgin. Alt tað vit gera, tekur útgangsstøði í hesum og hevur til endamáls at geva okkara kundum atgongd til teirra marknaðir.

Í øllum tí, vit gera, vilja vit skapa sjónlig úrslit og fyrimunir fyri okkara kundar og okkara samfelag.


Við hesum geva vit okkara kundum og okkum sjálvum lyfti um, at úrslitini skulu vera munandi, mátbar og hava ynsktu ávirkanina á móttakaran. Harvið skapa vit fyrimunir í mun til marknaðir og kappingarneytar. Hetta skapar samstundis vøkstur í vinnuni og harvið gera vit ein mun fyri alt samfelagið. Føroyska samfelagið hevur tørv á professionellum samskifti og marknaðarføring, og Sendistovan hevur støddina, førleikarnar og viljan at veita hesar tænastur.