Harðskapur millum pør og familjulimir sæst sjáldan í almenna rúminum men fer næstan altíð fram handan afturlatnar dyr. Av tí sama er hetta eitt evni, sum higartil hevur verið ósjónligt. Eitt tabu. Tí hvat kemur tað okkum við, hvat fyriferst heima hjá øðrum? Hvønn rætt hava vit at blanda okkum uppí? Og eru vit nakrantíð púra vís í, at tað, sum vit halda hendir, veruliga hendir? Hvat um vit fara skeiv?
Tað er ein sannroynd, at tey, sum eru fyri harðskapi í parløgum og nærsambondum, eru einsamøll. Eingin sigur sína meining, eingin spyr um bláa eygað – eingin sigur frá.
Almannamálaráðið vil seta sjóneykuna á henda trupulleika. Fyrsta stigið er at bróta tøgnina. Vit skulu siga frá. Annað stigið er at geva teimum útsettu møguleikan at siga frá. Onkran at tosa við, og onkran at venda sær til.
Átakið hevur fingið eitt eyðkenni, sum hevur fingið íblástur frá hurðaskeltum, sum vit kenna frá hotellum. Vanliga eita tey "Ikki órógva" ella "Klárt til reingerð". Skeltini eru ein samskiftisleið, har vit signalera, hvat vit inni í kamarinum vilja hava tey, sum eru uttanfyri at gera.
Seta vit merkið "Sig frá" á hurðina, lata vit upp fyri samskifti innanífrá og út – og uttanífrá og inn.
"Sig frá" ber litin lilla. Lilla er samstundis liturin fyri at steðga harðskapin móti kvinnum, sum oftast eru útsetti parturin í slíkum harðskapsmálum.
Vís avrik
Vís avrik
Samleiki, ið skal bróta tøgnina
Í 2011 varð gjørd ein heildarætlan, sum varpar ljós á harðskap í parløgum og í nærsambondum. Heildarætlanin hevði stutt sagt til endamáls at geva harðskapi durafjórðingin. Verkætlanin hevur nú fingið ein samleika og eitt snið, sum Sendistovan hevur ment.






