Her eru fleiri grønir rættir, grønmetið er grovari, rótfruktirnar fleiri, og leitað verður til natúrligu kornsløgini. Vit sleppa eisini at brúka ordiligt smør, tí vit skulu burtur frá hálvgjørdum light-vørum, har alt tað góða og ektaða er úrtikið.
Við bókini eggjar Oddvør okkum til at fara aftur í køkin at gera matin frá grundini. Sum hon sjálv sigur, so skulu vit leggja eins nógva orku og kærleika í at gera matin, sum vit ynskja, at hann skal smakka væl – og børnini skulu vera við í køkinum og fáa lut í gleðini at gera matin til.
Eins og við hinum bókunum hjá Oddvør er tað Sendistovan, sum saman við Ingibjørg Jacobsen hevur sniðgivið og sett bókina upp. Vit valdu at halda okkum til sama konseptið sum áður, har vit krydda uppskriftirnar við poetiskum tekstum og lekkrum myndum frá evnaríkum fotografum.
Sum nakað nýtt vísa vit eisini grafiskt við tomatum, hvussu heilsugóðar uppskriftirnar eru. Tess fleiri tomatir, ein uppskrift fær, tess heilsubetri er hon. Á tann hátt hava vit skapt nakað nýtt og spennandi, sum gevur fólki brell at fara í køkin, samstundis sum vit hava verið trúgv móti gomlu útgávunum og hava varðveitt heildina í verkunum hjá Oddvør.
Bókin er væl móttikin og verður vónandi fastur partur av føroyska køkinum, tá ið vit skulu gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat ala Oddvør Skarðhamar.
Til lukku, Oddvør.
Vís avrik
Vís avrik
Back to basics við Oddvør
Í august gav Oddvør Skarðhamar út fjórðu bók sína við matuppskriftum. Heilsubetri bitar eitur hon, og sum navnið sigur, er talan um sunnan mat, har dentur verður lagdur á at gera matin frá grundini og at brúka upprunaligar rávørur.



