At festa Hans Holm á pappír er ógjørligt. Til tess dugir maðurin ov væl at fortelja. Ikki at festa Hans Holm á pappír og lata ríkidømi mansins fara fyri skeytið, er ófyrigeviligt.
Tíbetur hava vit Sonna Smith.
Enn eina ferð hevur hann givið út bók við hugtakandi søgunum hjá Hansi, ið ríkaði so mangan í útvarpinum við síni ótrúligu vitan og meistarliga frásagnarkynstri.
Í fjør var tað søgan um jødarnar, hesa ferð hevur Sonne givið út søguna um indianararnar.
Við henni fáa vit einasta føroyska skjalfesta tilfar um ta ómetaliga hugtakandi og tíðum syrgiligu søguna um indianararnar, heilt frá landnámi teirra úr Asia til Amerika og til landtøkuna hjá hvíta manninum.
Tað er Sendistovan, sum hevur sniðgivið og sett upp bókina, eins og vit hava veitt málsliga ráðgeving í sambandi við arbeiðið.
Hósdagin 1. desember var almenn móttøka á Sendistovuni í sambandi við útgávuna, har høvundurin greiddi frá spennandi arbeiði sínum, og har fólk fekk høvi at fáa eitt signerað eintak av bókini.
Til lukku, Sonne, og takk fyri verkið.
Vís avrik
Vís avrik
Søgan um indianararnar


